Japanskir bilar skulu sleppa undan avgjøldum

Rás 2: Tað kann hugsast at gerast ein treyt, um føroyingar skulu gera eina handilsavtalu við Japan

Løgtingsins vinnunevnd fekk nógv burtur úr túrinum til Japan, sigur Bjarni hammer, formaður í vinnunevndini.

- Tey størstu áhugamálini eru sjálvandi fiskivinnan. Japanarar eru áhugaðir í fiski, í næstan øllum fiskavørum, men serliga makreli, lodnu og svartkjafti, sigur Bjarni Hammer.

 

Hann greiðir frá, at nógvir av fiskastovnunum í Japan eru niðurfiskaðir, og tí eru teir serliga áhugaðir í lodnu og svartkjafti, sum teir kunnu brúka til surimi.

 

Bjarni Hammer sigur, at japanskir myndugleikar vóru sinnaðir í at linka um tollin á føroyskum fiskaútflutningi til Japan.

- Men tað skal so ganga báðar vegir, so kanska japanskir bilar kundu sloppið undan nøkrum avgjøldum her í Føroyum, sigur hann og vísir á, at allastaðni vóru føroyingar møttir við vælvild.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Bjarni Hammer gjørdi við Rás 2 í dag.