Jarðarmøður: - Ikki nóg trygt hjá barnakonum

Ljósmøðurnar halda tað er ótrygt, meðan leiðslan er púra ósamd.

Støðan á føðideildini hevur nú tikið eina drastiska vend seinastu dagarnar, nú heili 40 % av ljósmøðrunum eru sjúkrameldaðar. Og tað nýggjast er, at nú vilja lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Landssjúkrahúsið hava Fasta gerðarættin til at døma tær sjúkrameldaðu ljósmøðurnar aftur til arbeiðis, tí tað verður gitt um avtala spæl orsaka av ónøgd við arbeiðstreytum.

 

Rannvá Simonsen sigur, at nú er eingin leiðari hjá ljósmøðrunum á staðnum.

 

- Politikararnir mugu spyrja sjálvi, um tey halda hetta er eitt nøktandi tilboð til føroyskar barnakonur. Eg haldi ikki tað er nóg trygt, tí fleiri okkara hava arbeitt nógvar tímar yvir og okkara arbeiðsumstøður eru ótolandi, greiðir Rannvá Simonsen frá.

 

 

Les eisini: Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar

 

 

Víðari sigur hon, at man vildi stongja deildina í Klaksvík og á Tvøroyri, tí tann tryggasta føðideildin skuldi vera í Havn.

 

- Men hetta er so ikki nakað sera trygt føðistað, sum støðan er nú, sigur Rannvá Simonsen.

 

 

Johnny í Grótinum er tó púra ósamdur í, at støðan er ótrygg fyri barnakonurnar. Hann heldur, at tær ljósmøðurnar, sum eru komnar at taka arbeiðið hjá teimum sjúkrameldaðu á seg, eru sera væl fyri.

 

 

Les eisini: LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis

 

- Tær eru garvaðar ljósmøður, sum hava verið vikarar her áður. Vit hava fingið fatur á einum ljósmøðrafelagið uttanlands, sum bara hevur fakfólk við nógvum royndum, so vit hava funnið tað besta alternativið, nú støðan er sum hon er, sigur Johnny í Grótinum.