Umfatandi jarðskjálvti hevur í dag gjørt um seg norðaliga á indonesisku oynni, Lombok. Í minsta lagi 82 fólk hava latið lív, og fleiri eru særd, upplýsa indonesisku myndugleikarnir fyri Reuters. Fyrr í kvøld ljóðaði almenna talið á kravdum mannalívum á 39, men nú er talið komið upp á 82.
Jarðskjálvtin varð máldur at vera 7.0 á Richterstiganum.
Nógvir bygningar á oynni eru bygdir av tilfari í lágari góðsku, so hús og bygningar vóru illa farin. Í fleiri pørtum av oynni var streymslit eisini ein avleiðing av jarðskjálvtanum. Meðan jarðskjálvtin var, flýddu fólk í hópatali ræðslusligin frá hotellum og húsum fyri at sleppa sær burtur frá vandanum, skrivar BBC.
Flestu ofrini doyðu av múrsteinum og øðrum lutum, ið duttu niður á tey.
Fyri bara einari viku síðan var ein annar jarðskjálvti á Lombok. Hesin jarðskjálvtin varð máldur til 6.4 og kravdi í minsta lagi 16 mannalív, meðan yvir 1000 hús vórðu skødd.
Lombok er annars kend fyri sínar eksotisku strendur og fjøll eins og grannaoyggin, Bali, er tað. Jarðskjálvtin var so kraftigur, at hann eisini merktist væl á kendu feriuoynni, Bali.