22. apríl er jarðarinnar dagur, og tí skipa Rudda Føroyar og FNU í felag fyri einum stuttligum átaki í døgunum 22.-28. apríl, øll eru boðin við. Felagsskapirnir hava gjørt eina plátu við íblástri til 25 ymisk átøk, sum øll snúgva seg um at læra okkurt nýtt ella gera okkurt, sum gagnar náttúruni. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum um fýra vinningar.
Soleiðis kanst tú vera við í lutakastinum:
Taggið Rudda Føroyar og FNU í tykkara stories og vís, hvat tit hava gjørt
Deilið íblásturs-plátuna á tykkara stories og tagga Rudda Føroyar og FNU
Viðmerkið, hvat tit hava gjørt hesa vikuna, undir myndina hjá FNU og Rudda Føroyar á Facebook og/ella Instagram
Vinningar:
Eitt árshald til Listasavnið
Ein familjuvitjan á Tjóðsavninum í Hoyvík
500 kr. gávukort til svimjihylin í Klaksvík
500 kr. gávukort til Systrar