Jarðskjálvti skakaði Norðuritalia í morgun

Higartil er einki frætt um persónsskaðar ella skaðar á bygningar og undirstøðukervið.

Ein jarðskjálvti, sum varð máldur til 4,8, skakaði partar av Toscana-økinum har norðuri í Italia í morgun.  

 

Higartil er einki frætt um oyðileggingar ella løstað.

 

Miðdepilin fyri jarðskjálvtanum var nærindis Marradi í ein landnyrðing úr Firenze. 

 

Sambært jarðfrøðistovninum í Italia vóru nakrar smærri ristingar fyri jarðskjálvtan.

 

Økið kring Toscana verður mett at vera í vanda fyri jarðskjálvtum.

 

Ein jarðsjálvti, sum rakti Mugello í 1919, var millum teir harðastu, sum raktu Italia í 20. øld.

 

Sløkkiiðini á leiðini, har jarðskjalvtin rakti í morgun, siga, at telefonin hevur ringt, og borgarar eru óttafullir. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at higartil er einki frætt um persónsskaðar ella skaðar á bygningar og undirstøðukervið.

 

##med2##

 

 

 

Her i norðara parti av Italia liggur Toscana-landsluturin.