Jarnpetti funnin í tomatdósum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú hakkaðar tomatir í 400 gr. dósum av merkinum First Price.

Framleiðarin, sum er eitt virkið í Ringsted, hevur boðað frá, at vøran ikki eigur at verða seld, av tí at jarnpetti eru funnin í dósunum.

Vøran er seld í handlum í Føroyum, men handlarnir hava boðað frá, at hesar tómatdósirnar eru tiknar av hillunum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir brúkarunum til at beina vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.