Ein av fyrstu uppgávunum hjá Løgtinginum, tá ið tingið verður sett, er at velja nýggjar limir í Norðurlandaráðið. Samgongan fær annan limin og ein varalim og andstøðan fær hin limin og ein varalim. Samgongan hevur valt Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, til fastan lim og Johan Dahl, sum eisini er úr Sambandsflokkinum, er varalimur – hóast hann hann formliga hevur tikið seg úr samgonguni.
Andstøðan hevur valt Aksal V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum til fastan lim og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, til varalim.