Jaspur Petersen fastur kommunulækni í Klaksvík

Jaspur Petersen byrjaði í gjár í føstum starvi á Læknamiðstøðini við Sandin sum fastur kommunulækni í Norðoya Læknadømi. Tað skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Jaspur Petersen hevur starvast sum kommunulækni í Norðoyggjum áður. Tað var í árunum frá 1979 til 2003.

Tað er nú tríggir læknar í norðoyggjum. Jaspur Petersen og Magnus Magnussen eru í føstum starvi, og Hanus á Lógv er kommunulæknaavloysari.