Bogi Bech Jensen er fyrsti formaður í nýggju faknevndini, ið lutar út stuðul úr Granskingargrunninum til gransking og menning.

Játtanin má hækka munandi

Um gransking í Føroyum veruliga skal flyta mørk, má játtanin til Granskingargrunnin hækka munandi. Løgtingið játtar í løtuni 7,5 milliónir kr. um árið til gransking. Tað er alt ov lítið, um vit vilja skapa nýggja vitan, ið kann flyta føroyska samfelagið, heldur Bogi Bech Jensen, formaður í nýggju faknevndini, sum lutar út árligu játtanina til gransking í Føroyum.

Bogi Bech Jensen er fyrsti formaður í nýggju faknevndini, ið lutar út stuðul úr Granskingargrunninum til gransking og menning.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

 

 

 

Tíggju verkætlanir fingu lut í teimum 7,5 milliónunum á fíggjarlógini til granskingarstuðul í ár. Tær fingu millum 350.000 og 1,1 mió. kr. í part.

 

Nýggi formaðurin í faknevndin fyri stuðli til gransking dylur ikki fyri, at hann fegin hevði vilja lutað heilt aðrar upphæddir út til gransking í Føroyum.

 

- Vit fáa bara stuðlað pinkalítlum verkætlanum við tí játtan, vit hava í dag. Granskingarverkætlanir, ið veruliga flyta nakað, kosta kosta ofta frá 10 milliónum og uppeftir, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Helvtin av verkætlanunum, ið fingu stuðul, vóru ph.d.-verkætlanir. Hinar vóru styttri verkætlanir, ið vara millum 1 og 3 ár.

 

- Tað hevur sjálvandi stóran týdning at stuðla ph.d.-verkætlanum, tí vit mugu uppbyggja granskingarførleikar. Men tað kann ikki vera einasta endamálið við granskingarstuðlinum, tí hvat skulu tey brúka førleikarnar til, um tey ikki kunnu halda fram at granska eftir at hava tikið ph.d.?

 

- Ph.d. verkætlanir geva sjálvandi onkur úrslit, men tað er serliga tann, ið hevur arbeitt við verkætlanini, ið situr eftir við vitanini. Um vit skulu gagnnýta vitanina og byggja víðari uppá hana, so mugu vit hava granskingardeplar við fleiri granskarum, ið eru í gongd alla tíðina, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Hann mælir til, at munandi størri upphæddir verða settar av til granskingarstuðul, sum kunnu fíggja størri granskingarverkætlanum við fleiri granskarum.

 

- Um vit skulu flyta nakað, mugu vit hava tvørfakligar granskingarverkætlanir við granskarum, ið ikki bert skulu vegleiða ph.d.-lesandi. Tað kann til dømis vera ein verkætlan, har ein granskari á Havstovuni brúkar nakrar mánaðar til at gera eitt modell av onkrum, sum skal sambindast við okkurt, ið aðrir granskarar á til dømis Fiskaaling ella Bakkafrost skulu gera, sigur hann.

 

Føroyar eru eftirbátur

 

Játtanin til stuðul til gransking í Føroyum hevur staðið í stað í mong ár. Bogi Bech Jensen heldur, at føroyska samfelagið eigur at seta sær munandi hægri mál á granskingarøkinum.

 

- Í fleiri londum í okkara parti av heiminum verða upphæddir svarandi til 3% av bruttotjóðarúrtøkuni brúktar til gransking. Um vit skulu hava somu mál sum grannalondini, skulu tað almenna og vinnulívið brúka tilsamans 600 milliónir til gransking.

 

Sambært einum býtislykli hjá ES brúkar privati geirin í grannalondunum tvær ferðir so nógv til gransking og menning sum tað almenna. Í Føroyum svarar tað til, at tað almenna skal brúka 200 mió. kr. og privatar fyritøkur 400 mió. kr. um árið til gransking.

 

Eingi hagtøl eru fyri, hvussu stórar íløgur verða gjørdar í gransking og menning í Føroyum. Men Bogi Bech Jensen er ikki í iva um, at vit ikki eru á sama støði sum grannalondini.

 

- Vit vita tað ikki, men eg tori í øllum føri at siga, at vit ikki brúka nóg mikið til, at føroysku granskingarumhvørvini eru líka væl ment, sum tey eru í grannalondunum.

 

- Tað almenna brúkar í dag millum 100 og 150 milliónir til granskingarstuðul og gransking á almennum stovnum. So har mangla kanska 50 mió. kr. til at koma upp á sama støði sum grannalondini.

 

- Hvussu nógv privatar fyritøkur brúka til gransking og menning, havi eg onga hóming av, men eg havi trupult við at ímynda mær, at vit eru uppi á 400 milliónum. Kanska koma vit uppá 100 ella 200 milliónir um árið, um vit leggja allar útreiðslur hjá føroyskum fyritøkum til gransking saman, sigur hann.

 

##med3##

 

Størri granskaraeindir

 

Almennar útreiðslur til gransking fevna bæði um beinleiðis stuðul til granskingarverkætlanir og um útreiðslur til gransking á Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum.

 

Umleið 17 mió. kr. verða játtaðar árliga til stuðulsskipanirnar hjá Vinnuframa, Fiskivinnuroyndum og Granskingarráðnum, og áleið tað sama hevur verið goldið fyri luttøku í evropeisku granskingarskránni Horizon 2020. Harafturat verða munandi størri upphæddir játtaðar til Fróðskaparsetrið og hinar stovnarnar, sum hava gransking og menning sum part av teirra virksemi.

 

Bogi Bech Jensen mælir til, at stuðulin til Granskingargrunnin stigvíst verður hækkaður úr 7,5 mió. kr. upp í 50 mió. kr.

 

- Tað hevði gjørt, at vit koma upp á nøkurlunda sama støði sum grannalondini. Men í veruleikanum eiga vit at brúka lutfalsliga meiri almennar pengar til gransking enn størri lond, tí tað krevur meira av okkum at skipa nóg stórar granskaraeindir.

 

- Við at seta saman størri granskaraeindir kunnu vit fáa eitt synergi-árin, ið veruliga kann flyta nakað. Eisini kunnu granskararnir arbeiða meira effektivt, tí teir kundu sloppið undan einum stórum parti av tí fyrisiting, sum teir í dag noyðast at brúka nógva tíð til, sigur hann.

 

Vitanartungar vinnur

 

Føroyska vinnan er broytt nógv seinastu árini, og fleiri privatar fyritøkur eru farnar at brúka meira pening til gransking og menning. Serliga alivinnan er farin at leggja størri dent á gransking og menning.

 

- Keyparar og íleggjarar seta krøv, sum vinnan noyðist at finna loysnir til. Tí verða til dømis nógvir pengar brúktir til at royna at basa laksalús og lækka CO2 útlátið, sigur Bogi Bech Jensen.  

 

Fiskivinnan er ikki í eins stóran mun farin at granska fyri at finna nýggjar loysnir og møguleikar.

 

- Fiskivinnan er framvegis meira merkt av veiðihugburði, har tað ræður um at fiska so nógv sum gjørligt, og tilfeingi verður tveitt burtur, ið kundi verið brúkt til at menna nýggjar vøru. Vinnan hevur sera framkomin skip og útgerð, sum eru keypt til landið, men brúkar ikki sjálv nógvan pening til gransking og menning, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Tað gongur væl í vinnuni í løtuni, men formaðurin í faknevndini heldur, at vinnan kortini eigur at brúka pengar til gransking og menning.

 

- Tað er kanska ikki neyðugt beint nú, men gransking er við til at framtíðartryggja vinnuna. Serliga um vit eisini hugsa um at fáa nýggjar vitunartungar vinnugreinar í Føroyum, sigur hann.

 

Tað krevur eina ávísa stødd at granska, eisini í privatu vinnuni. 

 

- Alifyritøkurnar eru stórar, men fiskivinnan er nógv meira smábýtt og minni skipað. Hjá einum felag, ið bert eigur eitt skip og hevur kanska 20 fólk í starvi, er trupult at granska nakað yvirhøvur.

 

- Men eisini fiskivinnan hevur tørv á at finna loysnir fyri til dømis at minka um CO2 útlátið. Fiskiskapurin má gerast nógv meira orkueffektivur, um vit skulu røkka málinum hjá ES um, at einki CO2 útlát skal vera í 2050.

 

- Tað verður ógvuliga trupult við tí fiskiskapinum, vit kenna í dag. Vit verða noydd at menna heilt nýggjar hættir at fiska og at brúka heilt onnur sløg av brennievni, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Stórir møguleikar

 

Bogi Bech Jensen sær stórar framtíðar møguleikar í Føroyum, um tað almenna og vinnan leggja størri dent á gransking í nýggjum vinnumøguleikum.

 

- Ein verkætlan, sum Granskingarráðið stuðlar í ár, snýr seg um, hvussu vit kunnu binda koltvísúrni - CO2 - í basaltið. Heimurin hevur ein stóran trupulleika, tí vit hava latið alt ov nógv CO2 út, og vit hava brúk fyri at sleppa av við ein part av tí við at binda tað onkustaðni. Ein møguleiki, ið fer at verða kannaður í Føroyum nú, er at binda tað í basalt.

 

- Hetta er lutfalsliga nýtt, og vit vita ikki við vissu, um tað ber til, men tað er stórur áhugi fyri hesum í heiminum. Tað kann gerast ein stórur vinnuvegur fyri Føroyar, tí basalt er ikki so nógva staðni í verðini. Vit kunnu ímynda okkum, at vit um eini 10 ár innflyta CO2 til Føroya og pumpa tað í undirgrundina, sigur hann.

 

Nógvir ótroyttir møguleikar fyri gransking eru í tí stóra havøkinum kring Føroyar.

 

- Vit kunnu fáa meira burturúr okkara lívfrøðiliga tilfeingi við til dømis at gagnnýta slógv, sum inniheldur ógvuliga nógv proteinir. Og í undirgrundini kann vera nógv annað enn olja, sum vit ikki vita um í dag. Oljuni eiga vit at sleppa alt fyri eitt, tí tað er ikki vegurin fram, sigur hann.

 

Tað skulu stórar almennar granskingarverkætlanir til fyri at finna nýggjar framtíðar vinnuvegir.

 

- Vit kunnu ikki vænta, at ein privat fyritøka fer undir grundgransking, ið skal geva okkum nýggja vitan um til dømis undirgrundina. Tí er tað neyðugt, at tað almenna ger íløgur í grundgransking, sum fær til vega vitan, ið privatar fyritøkur møguliga kunnu byggja víðari á, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Mál og mentan

 

Endamálið við almennari gransking er ikki bert at stuðla grundgransking, sum vinnan kann gagnnýta til at skapa nýggjar vinnuligar møguleikar. Tað almenna skal eisini stuðla gransking, ið helst ongantíð fer at kasta nakran pening av sær, men sum ger tað gott hjá okkum at búgva í Føroyum.

 

- Tað eru økir, ið tað privata ongantíð fer at koyra pengar í, men sum hava stóran týdning fyri okkum, sum búgva her. Við at granska í okkara máli, mentan, samfelagi og søgu fáa vit vitan um, hvar vit koma frá, og hví vit eru, sum vit eru. Tað er við til at uppbyggja mentan og skapa trivnað, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Gransking í máli og mentan kann tó eisini skapa nýggjar vinnumøguleikar.

 

- Tað verður altíð onkur, sum sær ein møguleika, tá vit fáa meira vitan um samfelagið. Tá vit til dømis talgilda okkara mál, fer onkur kanska at menna eitt telduforrit, sum veitir eina tænastu, ið fólk vilja gjalda fyri. Tá hevur tað almenna eisini á hesum øki verið við til at lagt grundina fyri einum nýggjum vinnuvegi.  Tað var ikki tað, ið ætlanin var við granskingini, men tað er fínt, sigur nýggi formaðurin í faknevndini fyri stuðli til gransking og menning.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Bogi Bech Jensen er fyrsti formaður í nýggju faknevndini, ið lutar út stuðul úr Granskingargrunninum til gransking og menning.