Bjørt Samuelsen setti í morgun landsstýrismanninum í ferðslumálum, Johan Dahl, ein ófráboðaðan fyrispurning um játtanina hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hon harmaðist um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 vísti, at játtanin til Ráðið skuldi skerjast við 20%. Hon vísti á aldurmarkið at koyra prutl er lækkað og at tað enn doyggja munandi fleiri fólk í Føroyum enn í grannalondum okkara, serliga ung fólk. Tískil helt hon, tað var skilaleyst at skerja játtanina til Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Johan Dahl svaraði stutt og greitt, at talan var um eitt mistak. Játtanin til ráðið fyri Ferðslutrygd var tikin úr einum gomlum skjali, har skotið var upp at skerja játtanina, men av misgáum vóru tølini ikki dagførd í nýggja fíggjarlógaruppskotinum. Hann vissaði tí Løgtingið um, at eingin ætlan var um at skerja játtanina til ráðið fyri Ferðslutrygd, og heitti á Løgtingið um at tryggja, at játtanin ikki verður skerd.
Landsstýrismaður segði eisini, at játtanin til sýnisfólk var hækkað, fyri at økja um trygdina á bilunum á vegnum.
Bjørt Samuelsen fegnaðist um svarið, men spurdi speiksliga hvørjir aðrir feilir mundu finnast í fíggjarlógaruppskotinum.