Javnaðar- og Tjóðveldislistin klárir

Nú líður væl at fáa listarnar við valevnum til býráðsvalið klárar, og bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava sett navn á síni valevni

Bæði Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu síðsta uppstillingarfund mánakvøldið, har seinasta hond varð løgd á listarnar. Tjóðveldisflokkurin hevur 17 valevni, meðan Javnaðarflokkurin hevur 14 valevni.

Av stórum kanónum á tjóðveldislistanum kunnu nevnast útvarpsmaðurin Jógvan Arge og løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal. Býráðsformaðurin Leivur Hansen er sjálvandi at finna á listanum. Johan Mortensen, eisini kendur sum Johan Hot, stillar eisini upp á tjóðveldislistanum.

Tjóðveldis- og Javnaðarlistin verða her prentaðir í heilum líki.

Hjá hinum trimum flokkunum hava allir uppstillingarfundirnir ikki verið enn.

Bent Jákup Hansen, formaður í Suðurstreymoyar Sambandsfelag, sigur, at teirra listi er klárur, men ikki ber til at almannakunngera listan fyrr enn 3. fundur hevur verið.

Hjá Fólkaflokkinum verður 2. og 3. fundur mánadagin, sigur Aage Arnoldson, formaður í Havnar Framburðsfelag. Teirra fyrsti fundur var fyri summarfrítíðina.

Miðflokkurin hevur heldur ikki fingið alt uppá pláss enn, men einaferð í næstu viku er væntandi, at allir listarnir verða klárir.


Tjóðveldistlistin:


Jógvan Arge, Tórshavn

Hildur Eyðunsdóttir, Tórshavn

Snorri Fjallsbak, Tórshavn

Leivur Hansen, Hoyvík

Finnur Helmsdal, Hoyvík

Katrin Isfeld, Tórshavn

Tórbjørn Jacobsen, Kaldbak

Tórhallur Jakobsen, Argir

Frits Joensen, Kollafjørður

Hanna Joensen, Tórshavn

Tommy Kjærbo, Tórshavn

Arnbjørn Madsen, Argir

Johan Mortensen, Tórshavn

Klæmint Olsen, Tórshavn

Anna Maria Simonsen, Tórshavn

Regin av Steinum, Argir

Súsan Vestergaard, Hvítanes



Javnaðarlistin:


Elin Lindenskov, Tórshavn

Torfinn Smith, Tórshavn

Hans Jákup Simonsen, Kollafjørður

Havstein Sigurðsson, Tórshavn

Henning Christensen, Argir

Zakaris Hansen, Argir

Hans Jákup Hansen, Kollafjørður

Hans Madsen, Kollafjørður

Meta Palle, Tórshavn

Vígdis Johannesen, Tórshavn

Ingrid Jakobsen, Tórshavn

Rigmor Dam, Tórshavn

Hendrik Thomsen, Tórshavn

Magni Dalsgaard, Tórshavn