Tað heldur viðmerkjarin hjá Danmarks Radio, Jens Ringberg.
- Tey hava ein trupulleika. Flokkurin hevur jú staðið fyri, at fólkaskúlin er staðið, har øll kunnu senda síni børn, líka mikið um vit eru vællønt, fólkatingslimir, ella um vit eru arbeiðsleysir innflytarar.
Hann metir tó, at ringastu støðuna er Mette Frederiksen, næstforkvinna floksins, komin í. Hon hevur ein størri forkláringstrupulleika, enn floksforkvinnan, tí Mette Frederiksen fyri langari tíð síðani - áðrenn hon sjálv fekk børn, fanst harðliga at foreldrum, sum koyra børn síni í privatskúlar.
- Helle Thorning-Schmidt velur hinvegin at flyta dóttrina í privastkúla, eftir at hon hevur gingið sjey ár í fólkaskúlanum. Hon hevur eisini í smálutum greitt frá umstøðunum, og eg haldi, at tað merkir, at trýstið á Helle Thorning-Schmidt verður minni, meðan tað framhaldandi fer at tyngja hjá Mette Frederiksen, heldur Jens Ringberg.
Spurningurin er so, um hetta fær avleiðingar fyri Javnaðarflokkin, ella um flokkurin við opnum sinni fer í samráðingar við stjórnina, sum grundleggjandi ætlar at kanna fólkaskúlan.