»Summar-
stevnan 1998
Fyri einum mánaða síðan helt flokkurin summarstevnu í Trongisvági. Slíka hildu vit eisini seinasta summar heima á Sandi, men hesa ferð var stevnan samstundis fyri at hátíðarhalda, at tað í ár eru liðin 70 ár síðan, flokkurin fekk umboðan á Føroya Løgtingi, og at tað í ár eru 100 ár síðani, at Petur Mohr Dam var føddur.
Umframt hóp av stevnuluttakarum, so vóru gestir komnir úr bæði Svøríki og Danmark. Leif Häg frá svenska LO og Svend Auken, orku- og umhvørvismálaráðharri luttóku. Skráin var bæði til gamans og álvara, og vóru flest øll á einum máli um, at hetta var eitt framúr væleydnað tiltak. Sum eitt av høvuðevnunum kann nevnast fyrilesturin hjá Jóannes Dalgård um fakfelagsrørsluna við serligum tilknýti til Tvøroyri.
Sjálvur legði eg í míni røðu serligan dent á, at tað var av týdningi, at Javnaðarflokkurin aftur fekk eitt tættari tilknýti til fakfelagsrørsluna.
M. a. varð sagt: "Ávirkanin frá fakrørsluni á politisku rørsluna skal fara fram í tøttum samstarvi og góðum forstáilsi millum fakrørsluna og Javnaðarflokkin. Hetta er ein gongd leið, sum vit fegnir vilja ganga saman við fakrørsluni, og tess skjótari vit fáa tikið fystu fetini aftur, tess betur. Men lat okkum tá brúka søguna um okkara politisku og fakligui forfedrar sum fyrimynd, og lat okkum taka við læru av tí, sum ikki átti at hent her í 80?unum og 90?unum. Tá kunnu vit siga, at vit aftur hava fingið fatur í tí rætta endanum.
Javnaðarflokkurin vil tí nýta hetyta søguliga høpið til at bjóða inn til
hetta samstarv, sum vit vilja leggja doyin á at fáa at bera til. Hetta fyri at beina okkum sjálvar inn á røttu kósina, men fyrst og fremst fyri at liva upp til ta politisku stevnnu, sum Petur Mohr Dam og hansara líkar løgdu lunnar undir."
Hesi boð hava givið ávísa reaktión, sum vit tó ikki tulka negativa, so vit fara undir royndina.
Sosialistiskt Ungmannafelag (SU):
Tað er gleðiligt, at vit aftur hava fingið lív blást í SU. Hesin felagsskapur hevur søguliga sæð sterkar røtur í javnaðarrørsluni. Nú hølisviðurskiftini her í høvuðsstaðnum eru so mikið góð, sum tey eru, átti at borið til, at fingið SU til eitt sera virkið og livandi felag. Tað gleða vit okkum til, og vit vilja í tann mun, tit ungu ynskja tað, vera til reiðar til at stuðla og hjálpa til.
Eg havi tó eitt ynski at bera fram fyri SU. Tað er, at vit eisini fáa organiserað ungdómin aðrastaðir í landinum. Lat hetta verða okkara arbeiðssetning fyri komandi vetur.
Ein flokkur, sum ikki fær nýggjar limir frá ungdóminum, hevur onga framtíð.
Endi:
Í eini sjónvarpssending í samband við danska valið varð Anker Jørgensen, fyrrverandi formaður og forsætismálaráðharri spurdur, hvussu tað bar til, at skiftið millum vinstravongin og teir borgarligu kundi væntast. Til hetta svaraði hann, at tá tíðirnar eru góðar, og tá alt rekur við, so kemur egoisman upp í fólk, og tey velja borgarligt, men tá tíðirnar versna, og alt sær meira dapurt út, tá vaknar tørvurin á øðrum enn á einum sjálvum, og tá velja fólk flokkarnar til vinstru.
Javnaðarflokkurin hevur nú fótað sær aftur aftaná skrædlið á valinum í 1994. Vit høvdu 6,6% í framgongd til seinasta val, og seinasta veljarakanningin gevur okkum aftur 0,5%, so vit eru farnir eini 7% fram. Hetta mugu vit siga er gott, men vit eiga ikki at seta okkum uppafturá, men halda áfram í stríðnum
Vit eiga eina góða søk at stríðast fyri, og í hesum stríði standa vit sterkast, um vit øll eru við. Alt fleiri síggja, hvussu neyðugt tað er við einum sterkum Javnaðarflokki í føroyskum politikki, og hetta ábyrgdar okkum.
Vit kunnu ikki leggjast á boðini
Hetta skylda vit okkara landi, okkara fólki, okkara eftirkomarum og okkara hugsjón.
Takk fyri - og góða stevnu.
11. septembur 1998
Jóannes Eidesgaard, floksformaður«