Javnaðarflokkurin og Ting- og landsstýrismanningin
---------
Javnaðarflokkurin fegnast um tey góðu úrslit, sum eru komin burtur úr tí serstøku politisku støðuni, sum hevur valdað nú eina tíð, har Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava sitið í eini minnilutasamgongu, tí Fólkaflokkurin kastaði ábyrgdina frá sær og rýmdi úr landsstýrinum.
Samtyktirnar í løgtinginum hesa vikuna hava víst, at hetta hevur verið til stórt gagn, tí í einum skipaðum samstarvið við Tjóðveldi hevur tað borið til at framt fleiri megnarmál, sum Javnaðarflokkurin er sera glaður fyri.
Arbeiðsskapandi játtanarkarmar:
Játtanarkarmarnir fyri 2012-16 eru samtyktir, í høvuðsheitum eftir tí leisti, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og formaður Javnaðarfloksins hevur skotið upp, og sum er gjørt uppaftur betri við semjuni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, so tað er vaksið um íløgurnar við fleiri arbeiðsskapandi verkløgum og við tilsvarandi minking av arbeiðsloysinum út um landið.
Samstundis er ein leistur lagdur fyri, hvussu vit á ein tryggan og skilagóðan hátt tillaga raksturin av samfelagnum og styrkja inntøkugrundarlagið, so vit fáa vent undirskotinum á fíggjarlógini til eitt yvirskot í 2016.
Góðar høvuðsraðfestingar:
Høvuðsraðfestingarnar í játtanarkarmunum í 2012 eru fyri barnafamiljurnar, sum fáa ein hækkaðan barnafrádrátt, fyri útbúgvingarøkið, har øll skikkað verða tryggjað pláss á miðnámsskúlunum umframt fleiri lestrarpláss innan maritimu útbúgvingarnar og á Fróskaparsetrinum. Tilbúgvingartrygdin verður styrkt við munandi uppraðfesting av tyrlutilbúgvingini. Íløgurnar til skúla-, almanna- og heilsuverkið verða verða øktar munandi. Samstundis fekk fólkaskúlin eina eykajáttan, sum tryggjar, at skúlin fær virkað og ment seg og neyðugt rúm til at fremja bygnaðarligar broytingar.
Landssjúkrahúsið, Psykiatriskur Depil og Klaksvíkar Sjúkrahús:
Hetta er av sonnum ein sólskinssøga, at stórfingna verklagslógin um útbygging av Landssjúkrahúsinum við nýggjum Psykiatriskum Depli er samtykt, eins og neyðugi peningurin fram til 2016 er avsettur við játtanarkarminum.
Somuleiðis er íløgujáttanin til nútíðargerð av Klaksvíkar Sjúkrahúsi økt munandi.
Skúladepil í Marknagili og Matvøruskúli í Klaksvík:
Byggingin av nýggjum skúladepli í Marknagili kann nú rættiliga fara ígongd, við samtyktini av broyttu verklagslógini og av fíggingini við samtyktu játtanarkarminum. Somuleiðis er peningur settur av til útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík til nýggju matvøruútbúgvingina.
Sosialpolitiskar verklagslógir:
Tríggjar sosialpolitiskar verklagslógir er samtyktar, sum tilsamans útvega stuðul og bústaðir til 60 børn og vaksin við serligum tørvi:
- bygging av stovni í Eysturoynni til børn við fjølbreki,
- bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku, og
- bygging av vardum bústaðum í Norðoyggjum og Eysturoy.
Nýtt havrannsóknarskip:
Verklagslógin um bygging av nýggjum havrannsóknarskipið er samtykt og peningurin settur av á játtanarkarmunum, so vit endaliga kunnu fáa nútímansgjørt hetta alneyðuga amboðið, sum Føroyar sum Fiskivinnutjóð ikki kunnu vera fyriuttan. Samstundis vil hetta vera ein tann størsta ítøkiliga granskingaríløgan í áravís.
Styrkja samferslukervið í útjaðarinum:
Í játtanarkarminum er peningur settur av m.a. til Hvalbiartunnilin, nýggja ferju til Skúvoyarleiðina og eina loysn við Viðareiðisvegnum.
Mentunarpolitisk framlop:
Í samtykta játtanarkarminum verður gjørt eitt rættiligt mentunarpolitiskt framlop, við nýggjum raðfestingum m.a.: - at seta størri ferð á verkætlanina um Tjóðpallin, - at fyrireika nýtt Tjóðsavn við at samskipa øll søvnini í eini nýggjari felags byggiverkætlan, - at útbyggja Kringvarpshúsini, so samansjóðað sjónvarp og útvarp kunnu virka í sama húsið, - og at fremja verkætlanina um hvalastøðina við Áir – umframt verkætlanina um mentunarhúsið Salt .
Skjøtil settur á nýggjan fiskivinnupolitikk:
Javnaðarflokkurin hevur í semju við Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Framsókn lagt lunnar undir nýggjan fiskivinnupolitikk, sum m.a. sæst aftur í avgerðini um makrelfiskiveiðina fyri 2012 og friðingartiltøkum viðv. ungfiski. Málið er økja um virðisskapanina í føroysku fiskivinnuni, og at skipa alla veiði í føroyskum sjóøki, so at hon í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað samsvarandi búskaparliga og lívfrøðiliga burðardyggum krøvum.
Arbeiðsmarknaðarpolitiskt framstig:
Tað er eisini at fegnast um, at umsíðir eydnaðist tað Javnaðarflokkinum í samstarvi við Miðflokkin og Tjóðveldi at fáa samtykt uppskotið um, at eisini tímalønt skulu kunna fáa lønarendurgjald við barnsins fyrsta sjúkradag.
Samanumtikið
Rætt er, at politiska støðan hevur verið heldur ógreið, síðani vit fingu minniluta samgonguna. Javnaðarflokkurin fegnast tó um, at vit stóðu fast um fíggjarkarmarnar og onnur mál, sum í síðsta enda fekk Fólkaflokkin at rýma úr samgonguni. Hetta hevur givið okkum serstakliga góðar møguleikar fyri at fáa fleiri javnaðarpolitisk hjartamál og onnur góð mál við, samtykt í Løgtinginum, Føroya fólki at gagni – mál, sum vóru blokerað undir ABC-samgonguni. Tað er røðin av góðum málum omanfyri eitt prógv um.
Hartil er avtalað gjørd millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, á Ólavsøku skal leggja uppskot fyri tingið, sum aftur skal gera Húsalánsgrunnin til eitt virkið alment bústaðarpolitiskt amboð, og harumframt skal gjaldið til Heilsutrygd leggjast inn í skattin, fram um alt til fyrimunar fyri allar teir veiku inntøkubólkarnar í samfelagnum.