Javnaðarflokkurin: Løgmaður skal fáa skil á

Javnaðarflokkurin sendur í dag Løgmanni eina áheitan, um at fáa skil á sambandstingmenn, sum spæla fríspæla fyri fjølmiðlunum, annars kann tað fáa avleiðingar fyri samgonguna. Seinasta dømi um samgongutinglimir, sum fara ímóti politikkinum hjá samgonguni, er eitt lesarabræv og eina samrøða við Rás2, sum Edmund Joensen gjørdi í dag. Edmund Joensen sigur millum annað, at politisku sjónleikur, sum er førdur í Føroyum, er ikki til at halda út at hyggja at.

Eisini sigur hann, at ístaðin fyri at taka inn frá pensionistum, skal heldur verða spart hjá Uttanríkisráðnum, tí Uttanríkisráðið hevur lítið og onki av úrslitum at vísa á. Eisini sigur hann, at Uttanríkisráðið skal leggjast undir Løgmann.

Hetta hevur fingið øði í Javnaðarflokkin, og tí hevur flokkurin í dag sent Løgmanni eina áheitan, um at fáa skil uppá sambandstinglimir, sum spæla fríspæl í fjølmiðlunum.

Javnaðarflokkurin sigur, at fyri at tryggja framhaldandi arbeiðslag í samgonguni í hesum avbjóðandi tíðum, heitir Javnaðarflokkurin á løgmann at taka stig til, at fríspælið og handatvátturin í fjølmiðlunum hjá ávísum tinglimum í Sambandsflokkinum heldur uppat alt fyri eitt.

Víðari sigur Javnaðarflokkurin, at mest av øllum sær tað út sum, at Sambandsflokkurin ger eina taktiska heilgardering, har landsstýrisfólk floksins gera eitt, sum so ávísir tingmenn úr saman flokki hava til uppgávu at mæla frá. Hetta hava vit sæð í spurningunum um ríkisstuðulin og ikki minst við Magna Laksáfoss um fíggjarlógina. Eisini sat Edmund Joensen við borðið undir seinastu samráðingunum um fíggjarlógina, men ongantíð tók hann til orðanna ímóti teimum ætlanum, sum hann nú mælir ímóti.

Javnaðarflokkurin heldur, at alt farna árið hevur verið eitt tungt tak, sum hevur kravt nógv av flokkunum og einstøku tinglimunum í samgonguni. Neyðugt hevur verið at taka nógvar avgerðir, sum mangan hava smakkað flokkum og tinglimum illa. Og sum øllum kunnugt, fara avbjóðingarnar at verða uppaftur størri í hesum ári, nú vit skulu fara undir arbeiðið við fíggjarlóg fyri næsta ár.

At enda sigur Javnaðarflokkurin, at heldur

hetta fríspælið fram, eigur løgmaður at óttast fyri teirri avleiðing, at onnur samgongufólk taka seg til rættis á sama hátt. Javnaðarflokkurin mælir tí løgmanni til at fáa skil á.