Javnaðarflokkurin mælir frá:

? Stóri munurin á uppskotinum hjá samgonguni og uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum er, at vit alla tíðina vilja hyggja eftir, um tað búskaparliga ber til at fremja yvirtøkur ella ikki, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins

 

? Millum manna hevur Javnaðarflokkurin kanska staðið sum ein flokkur, sum ikki hevur verið so avgjørdur í málinum um framtíðarstøðu Føroya hesi seinastu trý árini. Onkur hevur enntá skotið okkum í skógvarnar, at vit ta einu løtuna hava verið nær fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, meðan vit næstu løtuna hava verið í samabandsleypinum. Men hetta er tí, at vit hava lagt okkum eftir at verið við í kjakinum fyri at fáa eina breiða semju.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir at flokkurin hóskvøldið greitt boðaði frá, at hann var í móti nýggju fullveldistilgongdini hjá landsstýrinum, og at hann fór at mæla veljarum sínum til at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni 26. mai.

Jóannes Eidesgaard sigur seg hava hildið, at løgmaður meinti tað, tá hann tosaði um týdningin av, at málið varð loyst við einum breiðum meiriluta. Kortini heldur hann seg nú kunna staðfesta, at løgmaður einki hevur meint við hetta, og vísir á, at Fólkaflokkurin nú liggur skerflatur fyri Tjóðveldisflokkinum. Jóannes Eidesgaard vísir á, at allir tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum vóru til staðar á tíðindafundinum í Tinganesi hóskvøldið, meðan Anfinn Kallsberg og Helena Dam á Neystabø einsamøll umboðaðu sínar flokkar. Hetta tulkar Jóannes Eidesgaard so, at Tjóðveldisflokkurin hevur vunnið hetta slagið.

? Ikki minst, tá vit samanbera við tað, sum formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, í sjónvarpinum týskvøldið segði um, at tað ikki verður talan um nakra fólkaatkvøðu, fyrr enn semja varð gjørd við stjórnina.

? Men Javnaðarflokkurin hevur staðið á odda fyri nógvum yvirtøkum, hví kann flokkurin so ikki taka undir við tí partinum av uppskotinum, sum snýr seg um yvirtøkurnar?

? Fyri tað fyrsta, so ber tað als ikki til at taka undir við einum parti av hesi ætlan, sigur Jóannes Eidesgaard. Fyri tað næsta, so er tað ein himmalvíður munur á hesi ætlan, og so teirri, sum Javnaðarflokkurin hevur skotið upp í sjálvstýrislógaruppskotinum.

Í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum skal løgtingið gera av, nær ávísu økini skulu yvirtakast, men tað skal ikki yvirtakast, fyrr enn fíggjarligar og umsitingarligar fyritreytir eru til staðar. Jóannes Eidesgaard vísir á, at landsstýrið hinvegin hevur gjørt eina yvirtøkuætlan, sum sigur, nær ávísu økini skulu yvirtakast, samstundis sum ríkisstuðulin eftir eini tíðarætlan skal minkast.

? Vit sum hava verið við í politikki vita, at føroyski búskapurin so ótrúliga skjótt kann koma fyri bakkøstum. Í 1992 høvdu vit ein toskafiskiskap upp á 5.000 tons, meðan hann í dag er omanfyri 40.000 tons ? og hesi seinastu árini er prísurin fleirfaldaður, sigur Jóannes Eidesgaard, við hesum vísir á, at vit hava havt ein búskaparligan viðvind av ókendum dimensiónum nú í nøkur ár.

Hann vísir á, at vit koma fyri bakkøstum aftur, og tí heldur hann tað vera skilagott við einum búskapargrunni at standa ímóti við. Men hann vísir kortini á, at tað er ikki hetta, sum er endamálið við búskapargrunninum, sum landsstýrið skjýtur upp.

? Høgni Hoydal segði á fundinum hóskvøldið, at pengarnir verða settir av fyri at fíggja fullveldisætlanina. Vit kunnu jú bara ímynda okkum, um vit koma fyri einum búskaparligum bakkasti og kanska hava hall á fíggjarlógini t. d. í 2004 ? og at vit samstundis skulu yvirtaka t. d. løgregluna fyri 35 mió krónur ? tá brennir saman hjá landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at stóri munurin á uppskotinum hjá samgonguni og uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum er, at Javnaðarflokkurin alla tíðina vil hyggja eftir, um tað ber til at gjøgnumføra ætlanina ella ikki.

? Eru vit føru fyri at gjøgnumføra hana, so gera vit tað, eru vit ikki tað, ja so mugu vit bíða til tíðirnar verða betur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at man ikki kann binda seg til eina ætlan fyri eina framtíð, sum vit ikki kenna. Hetta heldur hann vera ábyrgdarleyst og skilaleyst.

Javnaðarflokkurin kann heldur ikki undir nøkrum umstøðum taka undir við, at eitt løgting skal kunna leggja arbeiðsætlanina til rættis fyri fleiri komandi løgting.

? Hetta er í stríð við alla okkara demokratisku uppfata, og vit meta tað eisini vera í stríð við stýrisskipanarlógina, at vit samtykkja eina lóg, sum brádliga tekur stýrisskipanarlógina av ræði ? stýrisskipanarlógina, sum skuldi verið tann mest týðandi lógin í føroyskum politikki.

Jóannes Eidesgaard heldur tað eisini vera løgið, at hendan samgongan, sum ikki hevur megnað at minka blokkstuðulin úr Danmark við einari krónu, nú skal siga Føroya fólki, hvussu vit niðurlaga blokkin, og at somu fólk, sum onga yvirtøku hava framt, nú skulu fortelja Føroya fólki, hvussu allar yvirtøkur í framtíðini skulu fremjast.

Jóannes Eidesgaard annars størsta dentin á, at hendan ætlanin, sum nú er løgd fram, er startskotið til fullveldið ? startskotið til at loysa frá Danmark, og hann vísir á, at tað serliga er her, at Javnaðarflokkurin er ósamdur við samgonguna.

? Vit taka ikki undir við ætlanini at loysa frá Danmark. Hóast vit vilja fara langt á sjálvstýrisleið, so er tað hasin grundleggjandi munurin, at vit vilja útbyggja sjálvstýrið innan fyri ríkisfelagsskapin, meðan samgongan við taka stigið fult út.