Stóri sigursharrin á býráðsvalinum í Havn, Javnaðarflokkurin, er nú farin undir samráðingar við Tjóðveldi Mangt bendir á, at býráðssamgongan í Havn millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi heldur fram. Meðan Tjóðveldi varðveitti sína umboðan upp á fýra býráðslimir, gjørdi Javnaðarflokkurin eitt satt skarvslop og fekk trý fólk vald afturat teimum tveimum,flokkurin fekk seinast.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, átti meira enn tveir triðingar av atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum - hann fekk 2200 persónligar atkvøður, og tað væl og virðilga met.
Beint eftir at valúrslitið varð greitt, fóru umboð fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í einrúm, og nú eru flokkarnir farnir undir veruligar samráðingar.
Úrslitið av býráðsvalinum í Tórshavnar Kommunu gjørdist:
Fólkaflokkurin: 2257 atkvøður, 22,0% 3 limir valdar (-6,1% og - 1 lim)
Sambandsflokkurin 1150 atkvøður, 11,2% 1 lim valdan (-5,8% og - 2 limir)
Javnaðarflokkurin 3297 atkvøður, 32,2% 5 limir valdar (+14,5% + 3 limir)
Sjálvstýrisflokkurin 540 atkvøður, 5,28% 0 (+1,88%)
Tjóðveldi 2670 atkvøður, 26,1% 4 limir valdar (- 1,8% somu umboðan)
Grundstykkjaflokkurin atkvøður, 76 0,74% 0
Miðflokkurin 234 atkvøður, 2,28% 0 sama (-2,1%)