Javnaðarflokkurin skipar fyri almennum tiltaki: Minningarhald á Tvøroyri

Framsýning um søguna hjá arbeiðararørsluni, hugleiðingar um fyrstu tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, eins og fyrilestrar um framtíðarmál eru á skránni, sum Javnaðarflokkurin 14. 0g 15. august skipar fyri

Í ár eru liðin 70 ár síðani Javnaðarflokkurin kom í Løgtingið og samstundis eru 100 ár síðani Petur Mohr Dam, sáli, varð borin í heim.

Tað hátíðarheldur Javnaðarflokkurin við stórum minningarhaldi á Tvøroyri í døgunum 14. og 15. august.

Í sambandið við minningarhaldið koma umboð fyri norðurlendskar javnaðarflokkar hendavegin.

Enn er skráin fyri minningarhaldið ikki liðug, men í gjár varð upplýst, at Svend Auken, umhvørvisráðharri, fer at umboða danska javnaðarflokkin.


Danir vóru stuðlar

Jóannes Eidesgaard, formaður í flokkinum, sigur við Sosialin, at tað er náttúrligt at bjóða umboði fyri danska javnaðarflokkin við í hesum sambandi, av tí at teir í síni tíð vóru stuðlar, tá flokkurin varð stovnaður.

­ Svend Auken er tiltikin góður røðari. Eingin kann betur enn hann lýsa hugsjónarligu sjónarmiðini í javnaðarrørsluni, sigur formaðurin.

Á hesum hátíðarhaldinum verða tað politisku sjónarmiðini hjá javnaðarflokkinum, sum fáa innivist, og tí verða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ikki á dagsskránni.


Brot úr skránni

Minningarhaldið byrjar fríggjakvøldið 14. august við afturlítandi framsýning í Trongisvágs skúla, har fotomyndir o.a. lýsir søguna hjá flokkinum. Síðani verður kvøldseta við tónleiki, sangi, upplestri og sjónleiki.

Leygardagin verður byrjað við mentanartiltaki kl. níggju, og aftaná verður fyrilestur um arbeiðararørsluna í 100 ár.

Næsta punkt á skránni verður hugleiðingar um Petur M. Dam og Morentius við Stein, sum vórðu teir fyrstu tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum í tinginum.


Arbeiðararørslan frameftir

Seinnapartin leygadagin verður arbeiðararørslan í framtíðini á skránni. Tá fara Jóannes Eidesgaard og Svend Auken og eitt umboð fyri arbeiðararørsluna í Svøríki, at halda fyrilestur, eins og eitt umboð fyri SU og umboð fyri føroysku fakfelagsrørsluna.

Minningarhaldið endar við veitslu leygarkvøldið 15. august.

Øll tiltøk í samband við minningarhaldið, eru fyri almenninginum, og fyrireikarnir siga, at øll eru vælkomin.