Javnaðarflokkurin stuðlar Norðuratlantsbólkinum

- Eg meti tað vera skilagott at halda fram við samstarvinum í Norðuratlantsbólkinum, men innihaldið skal vera øðrvísi, um Javnaðarflokkurin fær eitt umboð, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður, sum sjálvur stillar upp til fólkatingsvalið

Áðrenn evstamark á blaðnum mánadag á middegi var vallisti Javnaðarfloksins framvegis ikki til reiðar. Av floksskrivstovuni varð sagt, at smáting framvegis skulu fáast upp á pláss, og ongar viðmerkingar vórðu gjørdar til, hvørjir einstaklingar vera á listanum og ikki.

Skilagott at samstarva
Aðrastaðni á síðuni tekur Jørgen Niclassen úr Fólkaflokkinum frástøðu frá arbeiðinum í Norðuratlantsbólkinum, sum Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum hevur havt seinastu fýra árini, men løgmaður hevur ikki somu áskoðan sum kappingarneytin úr Fólkaflokkinum.
- Eg meti tað var skilagott at samstarva við grønlendingar í Norðuratlantsbólkinum, tí føroyingar og grønlendingar hava ávís viðurskifti til felags, og tí fer Javnaðarflokkurin at stuðla og luttaka í einum Norðuratlantsbólki, um vit fáa eitt umboð, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men løgmaður leggur tó dent á, at innihaldið í samstarvinum skal umdefinerast og vera øðrvísi enn tað, vit hava sæð seinastu fýra árini.
- Føroyska og grønlendska sjálvstýrismálið eru ikki parallell, og tí skulu vit ikki tvinna tvær ymiskar sjálvstýristilgongdir. Hetta hava vit sæð í alt ov stóran mun seinasta valskeiðið, sigur løgmaður, sum tó stuðlar idéini um eitt framhaldandi samstarv í Norðuratlantsbólkinum.

Stillar upp
Løgmaður vil eins og hansara floksfelagar ikki siga nakað um listan sjálvan, men hann váttar, at hann sjálvur stillar upp og fer harvið at hjálpa flokkinum, hóast hann sum løgmaður ikki sjálvur kann gerast fólkatingslimur.
- Flokkurin hevur heitt á meg um at stilla upp, og hesum havi eg játtað. Meiri kann eg ikki siga í løtuni, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.