Javnaðarflokkurin vil hava samstarv við fakrørsluna

Á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági í vikuskiftinum bjóðaði formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard fakrørsluni samstarv.

? Báðir partar mugu taka í egnan barm, skulu viðurskiftini fáast aftur á rætta kós, segði Jóannes Eidesgaard á stevnuni hjá Javnaðarflokkinum, har hann boðaði frá, at Javnaðarflokkurin fer at nýta hetta høvi til at bjóða inn til samstarv, sum javnaðarflokkurin fer at leggja doyin á at fáa at bera til. - Hetta fyri at beina okkum inn á røttu kósina aftur, og fyri at liva upp til ta politisku stevnu, sum Petur Mohr Dam og hansara líkar løgdu lunnar undir, segði hann

Tað er lítið at ivast í, at flest allir føroyingar vilja siga, at javnaðarrørslan í Føroyum er bert politiskt, meðan tann fakliga rørslan liggur hjá fakrørsluni t.v.s. fakfeløgunum. Og taka vit og bera saman við hini Norðurlondini, so síggja vit, at sambandið millum ta politisku og fakligu rørsluna í hesum londum hevur verið munandi tættari og í fleiri førum ein og sama rørsla.

Men arbeiðararørslan sæð í einum altjóða og søguligum høpi ætli eg mær ikki at viðgera her, og við stórfingna verkinum um Fylking hjá Jóannes Dalsgaard eiga vit atgongd til hesa vitan. Men fyri meg at síggja er aðalmunurin tann, at arbeiðararørslan serliga í Danmark, Svøríki og Noregi, sjálvt tá ein politiskur og ein fakligur vongur var veruleiki, hava røkt og hildið tætta samstarvið við líka. Ikki tí, at partarnir altíð hava verið samdir, men heldur tí, at partarnir báðir ásannaðu, at frægast gongda leiðin til sigrar hevði hetta tætta samstavrið sum eina avgjørda fortreyt.

Hetta er uttan iva eisini orsøkin til, at javnaðarflokkarnir í hesum londum altíð hava verið munandi størri, enn okkara egni flokkur hevur verið her í Føroyum.

Vit hava hoyrt í morgun, at fyrsta fakfelag fyri arbeiðsmenn og handverkarar í Føroyum varð stovnað 25. apríl 1915 á Tvøroyri, og at hetta felag fekk sama navnið sum fyrsta danska fakfelagið nevniliga Enigheden, seinni Fylking. Og stovnarar Fylkings mugu metast sum teir, sum íbirtu arbeiðararørsluna í Føroyum.

Men 10 ár seinni, varð so Føroya Javnaðarflokkur stovnaður. Um ikki beinleiðis, so tó sum eitt úrslit ella fylgja av hendingini í 1915 og teimum fakfeløgum, sum komu Fylking á baki. Ein politiskur vongur við somu endamálum, sum fyrstu fakfeløgini í Føroyum høvdu.

Og møguliga hevur hesin munur upp á gott 10 ár gjørt, at byrjanin ikki fall til eitt so tætt og gróðurssett samstarv, sum eftirtíðin kanska kundi ynskt. Men vit mugu tó her gera vart við, at Sosialistiskt Ungamannafelag longu sá dagsins ljós í 1911. Og her var tað serliga Jóan Petur Davidsen, sum var slóðbrótari. Jóan Petur Davidsen var floksins fyrst landsstýrismaður frá 1948 til 1950.

Og eisini sær tað út til, at tað er sera ymiskt, hvussu tætt samstarv tað hevur verið millum politiska og fakliga vongin í arbeiðararørsluni ymsastaðni í Føroyum. Í Havn var eitt ávíst samstarv, meðan Tvøroyri uttan iva er tað plássið, har hetta samstarv var nógv tættast. Hví so var, eru ivaleyst fleiri orsøkir til, men tað tykist sum um, at bæði tann fakliga og tann politiska rørslan á Tvøroyri var sterkari enn aðrastaðir í landinum. Sum sagt verður í bókini um Fylking, so var Javnaðarflokkurin á Tvøroyri eitt barn av arbeiðararørsluni á staðnum, og her verður sjálvsagt ikki bert hugsað um Enigheden, men eisini um Fiskepigernes Fagforening.

Men givið er, at tað, at tað vóru somu persónar, sum gingu aftur í fagfeløgunum og í Javnaðarfelagnum her á staðnum, hevur gjørt sítt til tey tøttu bondini.

Eisini síggja vit, at Petur Mohr Dam, sum var lærari av yrki, hevði ein sera sentralan leiklut í tí dagliga arbeiðinum í Fylking. Hann var við til at taka flest allar tær stóru avgerðirnar, tiknar vóru, og tær vóru sanniliga ikki so fáar. Tá so Dam haraftrat var formaður í Javnaðarflokkinum og sat á Føroya Løgtingi og í sóknarstýrinum, so var samstarvið av góðum grundum so tætt, sum tað kundi gerast. Vert er eisini her at nevna, at verfaðir Dams var ein av stovnarunum av Fylking, nevniliga Tummas Michael Strøm, sum eisini var løgtingsamaður.

Men persónsspurningurin hevur í okkara lítla samfelag havt ein framstandandi leiklut.

Og júst hetta, at politiski vongurin og fakligi vongurin høvdu sínar somu stóru slóðbrótarar í somu bygd, gjørdi, at talan reint faktiskt var um somu rørslu.

Men hetta broytist sjálvsagt, tá Føroya Arbeiðarafelag so við og við tekur yvir áhugamálini hjá teimum lokalu feløgunum, og tað ikki longur er tað tætta persónliga samstarvi. Og tá tey persónligu viðurskiftini eru góð, so gongur alt meira hond í hond. Hetta hava vit sæð manga ferðir, og eins ofta hava vit sæð tað øvugta.

Vit kunnu sum dømi taka, tá Fiskimannfelagið fekk fremsta mann Tjóðveldisfloksins til formann, og vit hava sæð tað seinni árini bæði í Fiskimannafelagnum og í Føroya Arbeiðarafelag.

Men her á Tvøroyri helt hetta samstarvið fram heilt upp til dagin í dag, og ger tað framvegis. Tey vinnuligu framtøkini, sum eisini eru hend í nýggjari tíð við Flakvirkinum og skipunum miðskeiðis í 70´unum og seinni er eitt talandi dømi um, at bæði tann politiski og fakligu vongurin vistu, hvat var neyðugt fyri trivnaðin hjá íbúgvarunum her í bygdini og rundanum.

Í eini røðu, sum P. M. Dam helt 1. mei 1945 sigur hann: ? Nei, tað er so sann-iliga ikki at undrast á, at hin stóra arbeiðarafjøldin hevur tikið seg saman, sett síni krøv fram, sterkari og sterkari um at fáa fullan og heilan lívsrætt. Og í einstøkum londum eru arbeiðararnir komnir so langt, at teir hava tikið ábyrgdina av landsins stýri, ábyrgdina fyri, at landsins keldur og møguleikar planøkonomiskt verða nýtt, so allir landsins íbúgvar fáa nóg mikið.? Tað er í hesi røðuni hjá Dam eingin ivi um, at arbeiðararørslan fyri hann var bæði tann fakliga og tann politiska síðan. Og júst hetta var eisini hansara grundholdningur.

Men vit mugu eisini geva tí gætur, at Javnaðarflokkurin stórt sæð sat í andstøðu øll síni fyrstu 30 ár, tó burtursæð frá sjálvum krígsárunum og undir fyrsta landsstýrinum frá 1948 til 1950. Fyrsta veruliga stjórnarvaldið fær flokkurin í 1959, tá Javnaðarflokkurin fær sín fyrsta løgmann, Petur Mohr Dam. Men andstøðuleikluturin er rættiliga nógv øðrvísi enn samgonguleikluturin. Í andstøðu verður arbeitt neyvt út frá floksins virkisskrá og grundsjónarmiðum, meðan tá flokkurin situr við ábyrgd í eini samgongu, tá skulu semjurnar finnast millum ymisku samgonguflokkarnar. Tí verður politikkurin í samgongu altíð meira hóvsamur, enn hann tykist vera í andstøðu. So tað er ikki av ongum, at sagt verður, at samgongutíðin slítur nógv upp á ein flokk, og at andstøðutíðin styrkir flokkin aftur. Hetta er bert ein politiskur veruleiki.

Tað ber væl saktans eisini til at siga, at fakfelagsrørslan er altíð kompromisleys, tá tað snýr seg um limanna vælferð, tí uttan mun til, hvør situr við politisku ábyrgdini, so hevur hon ein aðalarbeiðssetning, sum er at vinna sínum limum betri sømdir. Og soleiðis skal fakrørslan eisini vera. Tó síggja vit í søgu Fylkingar, at menn undir kreppuárunum í tjúgunum gingu við til lønarlækkingar, tí teir har tóku avgerðir, sum veruliga vístu samfelagsstórsinni. Og vit sóu tað aftur í kreppuárunum 1992-1993, tá feløg eftir samráðingar við landsstýrið eisini gingu við til lønarlækkingar.

Ein politiskur flokkur í andstøðu kann vera eins kompromisleysur mótvegis síni virkisskrá og grundsjónarmiðum, men tá sami flokkur situr við ábyrgd ber hetta ikki til í eins stóran mun. Men hin vegin aftur, so kann tað mangan í eini andstøðu loysa seg at geva eitt sindur til tess at ávirka eini gongd, sum hóast alt kann verða ein bati fyri samfelagið.

Tí kann eisini sigast, at til tess at fáa eitt gott samstarv millum politisku og fakligu rørlsuni, so er neyðugt, at eisini fakrørslan skilir tey politisku premissuni í eini samgongustøðu og eisini ásannar teir samfelagsligu veruleikarnar. Men hetta setur eisini krøv um tað mótsatta, at politiska rørslan kennir og skilur umstøður og ynskini hjá fakrørsluni.

Í dagsins politikki er ofta ein togan millum flokkar, um hvør er umboð arbeiðararøslunnar, og henda togan er eisini til staðar millum ymisku fakfeløgini, hvørju teirra politisku umboðsmenn eru. Hetta var óhugsandi frá tjúgunum og frameftir, og hetta er framvegis óhugsandi stríðsmál í okkara grannalondum fyri sunnan og eystan. Men hetta skal ikki fatast soleiðis, at alt gongur uttan høgg hond í hond, tí tað ger tað ikki, men í høvuðssjónarmiðum leggur man seg eftir at draga eina línu.

Eitt og hvørt samstarv er treytað av, at báðir partar leggja seg eftir at hava eitt gott samstarv, men sanniliga eisini, at báðir partar eru so mikið tolerantir, at teir tola størri og smærri ósemjur uttan at samstarvið av tí orsøk verður kvett.

Og alla tíðina mugu vit spyrja okkum sjálvi: ?Hvat er alternativi??

Hvussu hevur so gingist her hjá okkum? Jú, tað var tann tíð, tá formaður Føroya Arbeiðarafelags var frammaliga í leiðslu Javnaðarfloksins. Tað var eisini tann tíð, tá formaður Fiskimannafelagsins var tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tá høvdu vit eina støðu, sum er sera átøk tí, sum er galdandi eitt nú í Danmark.

Og eg ivist ikki í, at henda tíð hevur givið báðum pørtum nógv, men tað var kanska mangan torført at fáa partarnar at viðganga, at so var. Og eg eri eins sannførdir um, at var tann neyðugu toleransan og tann persónliga búningin til staðar, so vóru hesi viðurskiftu óbroytt í dag, og bæði tann politiska og tann fakliga søgan høvdu fingið eina aðra gongd.

Var ein ósemja á arbeiðsmarknaðinum, og henda tyktist onga loysn at fáa, so kundu óformellar samráðingar millum partarnar føra til, at eitt uppskot, sum gekk eitt nú F.A. rættiliga nógv á møti, varð lagt fram á ting og samtykt sum lóg. Men so hoyrdist aftaná, at ein ávísur flokkur hevði stungið fakrørsluna í bakið við at fara í tingið við málinum, hóast hetta varð gjørt í besta forstáilsi. Slíkt fremur ikki samstarv, hóast vit øll eru samd um, at ósemjurnar eiga at verða loystar uttan fyri tinggátt.

Men altíð verður tað neyðugt, at vit hava tann neyðuga dialogin millum partarnar. Ein dialog, sum beinir burtur miskkiljingar, ein dialog, sum greiðir og lýsir eitt mál og ein dialog, har partarnir kunnu læra og geva hvørjum øðrum nakað. Og eg trúgvi, at júst hetta við dialoginum var ein sentral orsøk til, at samstarvið millum ta politisku og ta fakligu skipanina at enda meira ella minni helt heilt uppat. Og í slíkum kannn hvørgin parturin sleppa sær undan ábyrgd.

Men hesin dialogur er tagnaður, og relevanti spruningurin fyri eitt slíkt høvi sum hetta , er, um viljin er til staðar, at hesin verður aftur fingin í rættlag. Og her skal frá Javnaðarfloksins síðu ljóða eitt greitt ja, at vit hava viljan og vilja fegnir vísa tað í verki.

Men hesin dialogur skal ikki verða soleiðis, sum ein mangan hevur lyndi til at trúgva, at hann var. Tað eigur ikki at vera so, at fakrørslan bíðar eftir teimum politisku útmeldingunum fyri síðan at siga, at man er samdur ella ósamdur. Hesin dialogur skal vera aktivur frá tí, at eitt uppskot ella hugskot verður til, og til tað verður gjøgnumført.

Alt ov ofta síggja vit, at fakrørslan situr og bíðar eftir poltikkarunum. Og tá so hesir ditta sær fram við onkrum, so fellur dómurin sum eitt svørðsslag. Og er hugskotið frá politkkaranum gott, so fær tað ikki nógv rósandi orð við á vegnum, men er tað hin vegin eitt vánauppskot, so fellur dómurin náðileysur.

Og alt ov afta síggja vit eisini tað øvugta, at politikkarar als ikki, tá lógaruppskot verða snikkaði til, taka fakrørsluna við upp á ráð.

So her mugu báðir partar taka í egnan barm, um hesi viðurskiftu skulu broytast til tað betra.

Í mun til viðurskiftu aðrastaðir, sum eitt nú í Danmark, so síggja vit, at fakrørslan er munandi meira politisk aktiv eisini á økjum, sum ein ikki beinleiðis kann leiða aftur til teirra innastu áhugamál. Taka vit t.d. ?Arbejderbevægelsens Erhvervsråd?, so er hetta eitt fakligt ráð, sum í t.d. búskaparligum forsagnum og metingum vigar rættiliga tungt hjá øllum. T.v.s. eitt ráð, hvørs ráð verða tikin í fullum álvara. Og hetta ráð hevur verið arbeiðspláss hjá fleira framstandandi donskum javnaðarpolitikkarum.

Hetta hava vit ikki sæð nógv til í Føroyum, tó nakað hevur verið at sæð til úttalislir, sum tó altíð hava eitthvørt beinleiðis tilknýti til viðkomandi fakrørslu.

Men vit sakna meita hetta, at fakrørslan eisini hevur eitt sjálvstøðugt boð upp á dagsaktuell politisk samfelagslig evnir.

Eitt nú sendir danska LO regluliga út eitt nýggjheitsbræv, har teir viðgera aktuell politisk mál, men eisini mál, sum teir vita fara at koma upp.

Sum dømi kunnu vit nevna, at LO nú hevur boðað frá, at teir halda, at fólkapensiónin ikki skal býtast út til pensionistar, sum ikki hava hana fyri neyðuni. Aftursvarið frá leiðsluni í danska Socialdemokratínum hevur so verið, at hetta eru teir als ikki samdir við LO um, men fyri tað er tað ikki komið til ilnar millum partarnar. Sama nýggjheitsbræv, sum eitur ?Udspil? hevur viðgjørt evni sum t.d. fólkaskúlalógina, barnaansingarspurningin o.s.fr.

Her er eitt aktivt fakligt forum, sum við fakligum eygum gevur eitt boð upp á komandi politisk mál. Og sjálvsagt er hetta ein stuðul fyri danska Javnaðarflokkin, tá hesin reelt fer inn at gera broytingar, hóast úrslitið ikki altíð er ein semja við LO.

Nær hava vit t.d. fingið eitt boð frá fakrørsluni upp á fólkaskúlalógina, barnaansingina, flogvallarmálið sjálvstýrisspurningin o.s. fr?

Til løgtingsvalið í 1994 kom hetta misljóð, sum verið hevði í longri tíð millum Javnaðarflokkin og fakrørsluna serliga Føroya Arbeiðarafelag og Fiskimannafelag til opið stríð. Verkamannafeløgini gjørdu bart, og tóku eitt opið stríð upp við Javnaðarflokkin, tá tey stillaðu upp til valið við Verkamannafylkingini.

Fyri meg, sum tá var rættiliga nýggjur í landspolitikki, kom hetta stigið við Verkamannfylkingini rættiliga óvæntað og var eitt sindur óskiljandi.

Vit høvdu síðan miðskeiðis í 1991 arbeitt í tøttum samstarvi við at fáa sett á stovn eina Arbeiðsloyisskipan her í Føroyum, og hetta eydnaðist, hóast vit tá sótu í samgongu við Fólkaflokkin. Og júst Arbeiðsloysisskipanin var eitt skúladømi um, hvussu farast skal fram, tá politiska skipanin og fakliga skipanin í tøttum samstarvi frá byrjan av leggja eitt mál til rættis.

Og hóast henda skipan hevur verið fyri nógvum bakkøstum av bæði einum og øðrum slagi, so mugu vit í dag ásanna, at tóku vit ikki takið tá, so høvdu avleiðingarnar av búskaparkreppuni verið munandi størri, enn tær gjørdist. Eg haldi hesa skipan vera ein virðiligan varða fyri góðum samstarvi millum politisku og fakligu rørsluna.

Og í sama tíðarskeiði fingu vit aftur blást lív í Samhaldsfasta, sum hevur allar møguleikar fyri at gerast ein uppaftur størri varði á somu leið.

Men Verkamannafylkingin gjørdist ein veruleiki, teir fingu trý umboð á ting, og Javnaðarflokkurin fekk ein lemjandi ósigur. Men í dag fýra ár seinni, so mugu vit staðfesta, at Fylkingin ikki gjørdist tað politiska jarnbrotið, sum fakrørslan ætlaði. Teir av umboðunum, sum royndu at gera politiskar semjur og fremja praktiskan politikk, sum er ein krumtappur í øllum politiskum virksemi, fingu harðan dóm frá fakrøsrluni fyri ikki at geva teirra áhugamálum nóg stóran áhuga, og tann, sum royndi at halda seg strangt til fakligu boðini, kundi ikki annað enn isolera seg burtur úr politikkinum og onga ávirkan fáa.

Skal ein niðurstøða gerast burtur úr søguni um Verkamannfylkingini, so má hon verða, at ein fakfelagsmaður, sum gerst politikkari og sostatt skal røkja bæði størvini, kemur altíð fyrr ella seinni í eina praktiska og rella konflikt við seg sjálvan og politisku/fakligu áhugamálini. Kunnu vit hava lært tað av Verkamannafylkingini, so hevur hon ikki livað til fánýtis hóast alt?

Men ávirkanin frá fakrørsluni á poltisku rørsluna skal fara fram í tøttum samstarvi og góðum forstáilsi millum fakrørsluna og Javnaðarflokkin. Hetta er ein gongd leið, sum vit fegnir vilja ganga saman við fakrørsluni, og tess skjótari vit fáa tikið fyrstu fetini aftur, tess betur. Men lat okkum tá brúka søguna um okkara politisku og fakligu forfedrar sum fyrimynd, og lat okkum taka við læru av tí, sum ikki átti at hent her í 80´unum og 90´unum. Tá kunnu vit siga, at vit aftur hava fingið fatur í tí rætta endanum.

Men latið okkum fyrst og fremst viðurkenna okkum tann veruleika, at politisku mótstøðumenn okkara gera sær dælt av støðuni. Tað er vakur tónleikur í teirra oyrum, at Javnaðarflokkurin og fakrørslan ikki kunnu semjast. Okkara ósemja er teirra styrki. Men lat okkum venda orðunum til, at okkara semja er okkara styrki.

Hetta skuldi ikki verið nakað torført val, tí vit hava einki alternativ, og fakrørslan hevur heldur einki annað alternativ.

Javnaðarflokkurin vil tí nýta hetta søguliga høpið til at bjóða inn til hetta samstarv, sum vit vilja leggja doyin á at fáa at bera til. Hetta fyri at beina okkum sjálvar inn á røttu kósina aftur, men fyrst og fremst fyri at liva upp til ta politisku stevnu, sum Petur Mohr Dam og hansara líkar løgdu lunnar undir.


15. august 1998


Jóannes Eidesgaard, floksformaður