Javnaðarflokkurin yvirhálar tjóðveldisflokkin og samgonguna

? Javnaðarflokkurin er hevur í veruleikanum yvirhálað tjóðveldisflokkin og samgonguna í sjálvstýrismálinum. Men Jóannes Eidesgaard hevur lítlar og ongar vónir um at finna semjur

Ríkisrættarliga støðan

? Tað er neyðugt at byggja brýr ímillum føroyingar. Ikki minst er hetta ógvuliga neyðugt í tjóðskaparliga spurninginum.
Tað heldur Javnaðarflokkurin.
Flokkurin hevur einaferð enn givið eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu hann heldur, at føroyingar kunnu loysa æviga trætumálið um loysing og samband ella um ríkisfelagsskap ella fullveldi.
Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, viðgongur, at tað er ikki tað stóra nýggja í hesi nýggju kunngerðini hjá javnaðarflokkinum, afturimóti teimum kunngerðum, sum flokkurin áður hevur almannakunngjørt um ríkisrættarligu støðu Føroyinga.
?Men tíverri er sjálvstýristilgongdin blivin eitt samgongumál og tað er ein hættislig gongd, heldur Jóannes Eidesgaard.
Ætlanin við hesi nýggju kunngerðini er sostatt mest fyri at krita vøllin upp og fyri enn einaferð at gera vart við, at javnaðarflokkurin altso eisini hevur eitt greitt boð uppá, hvussu tjóðskaparligi spurningurin kann loysast.
?Vit eru stemplað sum tað svartasta samband og afturhald. Tí halda vit at tað er rætt einaferð enn at gera vart við, at tað er ikki sannleikin og at vit í veruleikanum mæla til meiri víttfevnandi broytingar ímillum Føroyar og Danmark enn samgongan í løtuni hevur stungið út í kortið.
? Tað skerst heldur ikki burtur, at tá ið á stendur, hevur javnaðarflokkurin eina sterka siðvenju fyri at vera rættiliga sjálvstýrissinnaður og vit hava eisini verið við til tær flestu yvirtøkurnar, sum eru framdar.

Ongar vónir fyri semju
Jóannes Eidesgaard sigur, at av tí, at sjálvstýristilgongdin er gjørd til eitt samgongumál, er hetta samstundis blivin ein spurningur, sum hevur býtt føroyingar sundir í tveir at kalla líka stórar partar.
? Og tað er rættiliga ódemokratiskt at eitt so stórt og álvarsamt mál verður loyst eftir einum leisti, sum, sum hevur minst møguligan meiriluta aftanfyri seg.
? Tað er ikki nøktandi í einum so stórum máli, at tjóðin er í tvíningum og at hetta sostatt sær út til at blíva ein tjóðskaparlig loysn fyri helvtina av fólkinum.
Javnaðarflokkurin heldur tískil, at tað er alneyðugt at finna eina tjóðskaparliga semju, sum ein stórur meiriluti av Føroya Fólki tekur undir við.
Hann ivast heldur ikki í, at tað hevði framskundað eina loysn munandi.
Hann vísir eisini til Ísland, har tað at kalla var full semja um tjóðskaparliga spurningin og har tað eisini gekk bæði skjótt og væl at finna eina loysn.
Hann er eisini greiður yvir, at ein tjóðskaparlig semja, verður ein semja, sum hvørki tjóðveldisflokkurin ella sambandsflokkurin verða fult nøgdir við, tí hon má liggja onkustaðni har ímillum.
Javnaðarflokkurin heldur framvegis, at tað eigur at bera til at finna at borið til at finna eina semju.
Men hann ásannar eisini, at tað hevur verið tosað um tað stóru semjuna síðani 1998, men at tað hevur alt verið til fánýtis.
?Samgongan hevur tíverri gjørt hetta til eitt samgongumál burturav og tí havi eg ikki stórvegis vónir um at finna eina semju, men vit skulu kortini ikki uppgeva heilt, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Men sum politiskur flokkur er tað okkara uppgáva at gera vart við, hvar vit standa í tjóðskaparliga spurninginum og tí hava vit kunngjørt okkara støðu í málinum.

Hevur yvirhálað samgonguna
Ein stór orsøk til at tann stóra semjan ikki er funnin, er, at tjóðveldisflokkurin ikki hevur hildið, at javnaðarflokkurin er nóg víðgongdur í sínum sjálvstýrispolitikki.
Men hesum vísir formaður javnaðarfloksins aftur.
? Í veruleikanum er javnaðarflokkurin meiri framfýsin á hesum øki enn bæði tjóðveldisflokkurin og samgongan er, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at samgongan byggir sín politikk á nógv umrødda Tvøraskjalið, sum landsstýrið og danska stjørnin samdust um í juni í ár.
?Við hesum skjali verður staðfest, at heimastýrislógin skal halda fram, men at mannagongdin, tá ið ymisk málsøki skulu yvirtakast, skal verða einfaldari.
? Tað er merkisvert, at henda avtalan verður sett í gildi sum ein donsk ríkislóg og ikki sum ein politiskur sáttmáli ímillum Føroyar og Danmark og tað man kennast løgið hjá tjóðveldisfólki at leggja seg innundir heimastýrislógina.
Jóannes Eidesgaard sigur, at javnaðarflokkurin er ikki nøgdur við at heimastýrislógin skal halda fram.
? Vit halda, at hon er alt ov stirvin og ov trong. Vit sóu tað undir kreppuni, at heimastýrislógin varð hálvavegna sett úr gildi við at at stjórnin fór at leggja seg út í mál, hon ikki hevði rætt at leggja seg út í. Í Heimastýrislógini eru eisini nógv málsøki, sum als ikki eru nevnd og tað er í mongum førum ógreitt, hvussu ábyrgdarbýtið er ímillum Føroyar og Danmark.
Javnaðarflokkurin heldur, at ístaðin fyri heimastýrislógina, eiga vit at fáa ein politiskan sáttmála ímillum Føroyar og Danmark
?Vit vilja hava ein nýggjan sáttmála í gildi ímillum Føroyar og Danmark og hetta skal vera ein sjálvstýrissáttmáli.
Hann leggur dent á, at javnaðarflokkurin vil ikki hava loysing frá Danmark.
? Men vit vilja hava viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark í eina avtalu, har tað greitt verður fráboðað, hvørjar heimildir, hvør parturin hevur.
Grundarlagið undir hesi avtaluni skal vera, at sjálvstýri Føroya skal víðkast og styrkjast. Tað skal staðfestast, at Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og vit kunnu tí frítt velja einahvørja broyting í stjórnarlig viðurskiftum okkara, sum vit koma ásamt um og standa saman um.
?Hetta skal vera ein politiskur sáttmáli ímillum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum felagsskapi - ríkisfelagsskapi, samveldi ella frælsum felagsskapi.
Samstundis skal tað standa í hesi lógini, hvussu farast skal fram, gera føroyingar av at fara úr ríkisfelagsskapinum.
Hesin nýggi sáttmálin skal síðani fráboðast ST, sigur javnaðarflokkurin.
Jóannes Eidesgaard heldur tí, at sakliga átti ikki nógv at verið til hindurs fyri at funnið eina stóra semju- men so krevst, at sleppur ætlanini um at varðveita hetta sum eitt samgongumál.

Tíðarfreistin stutt
Jóannes Eidesgaard heldur, at grundlógarnevndin hevði verið rætta staðið at roynt at funnið eina tjóðskaparliga semju.
Men samstundis ger formaður javnaðarfloksins vart við, at tíðarfreistin er stutt og at grundlógarnevndin skal lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl.
Tí setir Javnaðarflokkurin sum eina avgjørda treyt, at tann ríkisrættarligi tátturin er orðaður í seinasta lagi 1. januar.
? Í Grundlógararbeiðnum, skulu vera við til at seta orð á tey rættindi og skyldur, sum hvør føroyingur skal hava og, hvussu samfelagið annars skal skipast,
? Tað er eitt stórt og umfatandi arbeiði, men tað ætla vit ikki at taka lut í, tá ið vandi er fyri, at ein tjóðskaparlig orðing at enda verður trumfað ígjøgnum, sum vit ikki kunnu taka undir við.
? Antin skulu vit tískil finna eina tjóðskaparliga semju í grundlógarnevndini fyri 1. januar, ella skulu vit gera eina orðing, sum lýsir ríkisrættarligu støðuna, sum hon er nú, samstundis sum vit áseta, hvussu farast skal fram, skal hon broytast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sí annars tíðindaskriv og politiska yvirlýsing frá javnaðarflokkinum um tjóðskaparliga spurningin aðrastaðni í blaðnum.