Javnaðarhetja skal standa í Skopun

Tað er í Skopun, at Peter Mohr Dam er føddur, og tað var her, hann sleit sínar barnaskógvar og livdi síni ungdómsár.

Næsta vár verður minnisvarði reistur yvir Peter Mohr Dam, sála, sum er kendur úr føroyskum politikki, eitt nú sum løgmaður og formaður Javnaðarfloksins. Standmyndin, sum kendur italiumaður hevur gjørt, verður reist í Skopun, har maðurin varð føddur og livdi síni barna-og ungdómsár.

 

Standmyndin er bæði liðug og komin til Skopunar, og í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera neystið og økið niðan fyri, har standmyndin skal reisast, klárt. Húsini, sum Peter Mohr Dam er føddur í og vaks upp í, standa beint við neystið, sum nú verður sett í stand við standmyndini niðanfyri.

 

Tað var tann 8. november í 1968, at deyðsboðini bórust av Peter Mohr Dam, sum tríggjar mánaðir frammanundan hevði fylt sjeyti ár. Ongantíð er tað hent áður í politisku søgu Føroya, at ein sitandi løgmaður er deyður, og tá Peter Mohr Dam doyði, hevði hann verið í føroyskum politikki í 40 ár.

 

Tey eru mong, sum knýta Peter Mohr Dam við Suðuroynna og kanska serliga Tvøroyri, og tey eru kanska upp aftur fleiri, sum ikki rættiliga duga at knýta javnaðarhøvdingin til Skopun. Hugskotið til at reisa standmynd av Peter Mohr Dam í Skopun eigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sum eisini hevur umboðað Javnaðarflokkin á Føroya løgtingi.

 

- Tað er ein lutfalsliga nýggjur tanki at reisa hesa standmynd í Skopun. Tankin kom til mín langt eftir, at eg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, og eg minnist væl løtuna, tá tankin streygaði og búnaðist. Á fundi í bygdarráðnum reisti eg spurningin, og tað vísti seg, at øll tóku undir við hugskotinum.

 

Gerhard Lognberg fegnast um, at henda verkætlan nú er komin so langt, at avgerðin eisini er tikin um, nær standmyndin skal avdúkast. Hann sigur, at tey høvdu várdagar í Skopun í vár, og ætlandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak, sum verður uppafturtikið komandi vár.

 

- Tað verður ein partur av skránni fyri várdagarnar komandi, at standmyndin verður reist við eina hátíðarløtu, sum vit fara at leggja neyvari til rættis, sigur Gerhard Lognberg.

 

Hann vísir á, at kommunan hevur keypt neystið – rópt Selatraðarneystið – sum arbeitt verður við at seta í stand, og tað verður undir hesum neystinum og beint norður av barnaheiminum hjá Peter Mohr Dam, at standmyndin verður reist.

 

Gerhard Lognberg vísir á, at pápi Peter Mohr Dam, Óla Kristian Dam, var ættaður úr Kollafirði og mamma hansara, Sára Maria, var úr Vestmanna. Óla Kristian kom til Skopunar at handla og hava sítt virksemi her, tí Skopun var gott útróðrarpláss.

 

- Óla Kristian og Sára áttu fleiri børn, harav Peter Mohr Dam var eitt teirra. Men, ólukkutíð fyri familjuna gekk Óla Kristian burtur á báti í 1907, meðan fleiri av børnunum enn vóru smá, og Peter Mohr Dam sjálvur bara var ein stórur smádrongur, føddur í Skopun hin 11. august í 1898.

 

Borgarstjórin vísir á, at eini 10 ár eftir, at Óla Kristian Dam gekk burtur, flutti konan Sára við børnum aftur til Vestmanna at búgva. Tað merkir, sigur borgarstjórin, at Peter Mohr Dam er føddur í Skopun, og hann búði her, til hann var út við 20 ára gamal.