Javnaðarfelagið aftur til verka

Broyttar reglur viðvíkjandi uppstilling og fastir furndardagar er tvey av málunum, sum verða umrødd á fundi í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mánakvøldið kl 1930

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fer nú aftur til verka aftan á summarsteðg.

Bergur Dam, sum er næstformaður í felagnum sigur, at nógv stór mál eru at viðgera í vetur.

? Vit skula fyrst og fremst viðgera uppleggið hjá flokkinum til floksleiðslufund, sum verður í næstum. Flokkurin hevur eisini lýst til landsstevnu í heyst, og í tí sambandinum verða uttan iva fleiri mál reist í felagnum, sigur hann.

Annars nærkast løgtingsval, sum í seinasta lagi verður 7. juli komandi ár. Í hesum sambandi hevur felagið sett sær fyri at broyta uppstillingina, soleiðis at valevni kunnu verða betur fyrireikað. Bergur Dam vil ikki nærri inn á, hvussu felagið hevur ætlað, at uppstillingin skal vera, men nevndin í felagnum kundi hugsað sær eina aðra skipan - sum víkjur rættuliga nógv frá verandi skipan. Afturat hesum er løgtingsvallógin broytt soleiðis, at hægst 11 valevni nú kunnu stillast upp. Fyrr var talið 16.

? Tað verða óivað eisini nógv mál, sum limirnir fara at reisa í felagnum, sigur Bergur Dam - og hann leggur afturat, at felagið ætlar, at í vetur skulu vera fastir fundardagar, so fólk í góðari tíð vita, nær fundur er.