Javnaðarflokkurin størstur hóast lúsingar í stórbýum

Danski Javnaðarflokkurin hevði afturgongd á kommunuvalinum í Danmark í gjár, men er framvegis størsti flokkur á kommunuvalinum í Danmark.

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum til yvirborgarstjórasessin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen. Fyri fyrstu ferð er Javnaðarflokkurin ikki størstur í Keypmannahavn, men hon kann kortin gerast yvirborgarstjóri. (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Javnaðarflokkurin hevði stóra afturgongd í størstu býunum á kommunuvalinum í gjár.

 

Hóast afturgongdina í stóru býunum verður stjórnarflokkurin við 28,5 prosentum størsti flokkur í Danmark. Vinstri er næststørstur við 21,2 prosentum.

 

Báðir teir stóru borgarstjóraflokkarnir hava tó afturgongd í mun til valið í 2017.

 

Tá fekk Javnaðarflokkuri 32,4 prosent av atkvøðunum, meðan Vinstra fekk 23,1 prosent.

 

Afturgongdin hjá Javnaðarflokkoinum er serliga í stóru býunum.

 

Bæði í Keypmannahavn, Aarhus, Odense og Aalborg gekk stjórnarflokkurin nógv aftur.

 

Í Keypmannahavn endaði tað enntá við, at Eindarlistin yvirhálaði Javnaðarflokkinum sum størsti flokkur.

 

Stóri taparin á valinum var tó Danski Fólkaflokkurin, sum mátti lata sær linda 4,1 prosent av atkvøðunum og harvið fór niður í helt í mun til valið í 2017, tá flokkurin eisini gekk aftur.

 

Lúsingurin á valinum hesaferð skal leggjast afturat afturgongdini, sum Danski Fólkaflokkurin fekk á valunum í 2019, fyrst til Evropatingið og síðani til Fólkatingið.

 

Formaður floksins Kristian Thulesen Dahl viðgekk í gjárkvøldið, at tað sær ikki gott út, og at alt í flokkinum – eisini lutur hansara sum formaður – er til kjak.

 

Tey konservativu enda sum stóri vinnarin á valinum, eisini sjált um flokkurin eftir 112 ár sær út til at hava mist leiðsluna á Frederiksberg.

 

Tey Konservativu fingu hesaferð 15,2 prosent av atkvøðunum í mun til 8,8 í 2017.

 

Eisini Nýggju Borgarligu fingu eitt gott val við 3,6 prosentum av atkvøðunum, ímóti 0,9 í 2017, tá flokkurin stillaði upp til kommunuval á fyrsta sinni.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum til yvirborgarstjórasessin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen. Fyri fyrstu ferð er Javnaðarflokkurin ikki størstur í Keypmannahavn, men hon kann kortin gerast yvirborgarstjóri. (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)