Javnaðarmenn fara at goyma krútið

­ Tað skal helst ikki enda í púra ongum. Tí verður ikki lagt til brots enn, men bíðað umstøðurnar tala fyri tí

 

­ Táið vit hava gjørt tað, er tað sjálvandi tí, at vit ætla at brúka tað.

­ Men umstøðurnar eru ikki til tað beint nú

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur við einum ítøkiligum uppskoti til, hvussu útjaðarin í Føroyum kann mennast.

Lokalpolitikarar úr útjaðaranum hava mangan givið ilt av sær tí at landspolitikarir geva tí so lítlan ans, at fólkið rýmir úr útjaðaranum, í miðstaðarøkið, og at tey, sum flyta til landið, bara flyta til Havnar og har um vegis.

Seinast var í Sosialinum í gjár, táið býráðsformaðurin á Tvøroyri skeyt til høgru og vinstru - men tók kortini hattin av fyri Jóannesi Eidesgaard av tí at hann var einasti landspolitikari, sum tók tey harmiligu viðurskiftini hjá útjaðaranum uppá tunguna

Vit hava síðani spurt formann javnaðarfloksins, nær ætlanin er at reisa málið.

Hann sigur, at útjaðarin í Føroyum verður eitt høvuðsevnið hjá Javnaðarflokkinum til komandi val.

­ Og koma vit soleiðis fyri eftir valið, at vit koma í samráðingar um samgongu, verður trupulleikin hjá útjaðaranum eitt høvuðsmál hjá flokkinum.

­ Útjaðarin er heilt avgjørt eitt mál, sum verður ovaliga á dagsskránni.

Men hví ikki reisa málið beinanvegin?

­ Tað skal helst ikki enda við, at onki kemur burturúr. Tí ætla vit ikki at reisa málið fyrrenn rætta løtan er komin.

Jóannes Eidesgaard er samdur við teimum, sum siga, at trupulleikarnir hjá útjaðaranum eru ovurhonds álvarsligir.

­ Ein orsøkin til, at útjaðarin tapir fyri miðstaðarøkinum, er at tað eru ov fá størv til fólk við útbúgving.

­ Eg havi alla virðing fyri fiskafólki og arbeiðsfólki annars. Men skal útjaðarin yvirliva, er neyðugt við øðrum størvum eisini.

­ Men tað krevur so, at almenn umsiting verður løgd úti um landið.

­ Talan kann t.d. verða um at leggja partar av heilsuverkinum, almannaverkinum, skúlaverkinum, og kanska eisini landsverkfrøðinginum, úti um landið, bara fyri at nevna nøkur dømi.

­ Tey arbeiðsplássini hava ótrúligan týdning fyri trivnaðin í einum øki.

Men hinvegin sigur Jóannes Eidesgaard, at táið hann tosar um útjaðarar, tosar hann ikki um arbeiðspláss í hvørji bygd.

­ Eg tosi um øki. Tí tað er óhugsandi, at fólk skulu krevja, at tey skulu sleppa undan at flyta seg í aðra bygd at arbeiða, sigur hann. Formaður javnaðarfloksins heldur avgjørt, at er vilji til staðar, ber tað væl til at liða almenna umsiting sundur.

­ Í míni landsstýristíð gjørdi eg ikki so lítið við tað T.d. fekk almannastovan deildir báði í Suðuroy, í Vágum, Í Norðoyggjum og í Eysturoynni.

­ Tú báði flytir størv úr Havnini, og fær eina betri tænastu.


Samferðslumøguleikar

Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar, avgerðandi táttur er samferðslan.

­ Tað ber ikki til, at samferðslan skal gera tað so nógv dýrari at búgva úti á bygd. Tað ber ikki til, at eitt útjaðaravirki skal bløða út, áðrenn tað hevur fingið fatur á rávøruni, tí hon er so dýr at flyta til virkið. Tað er órímiligt, at skúvoyingurin betalir 30 oyru meiri fyri hvønn litur av olju. Og tað er órímilgt, at ein bygdarskúli skal betala meiri fyri internetið, enn ein skúli í miðstaðarøkinum.

Men fyrst av øllum heldur formaður javnaðarfloksins, at spurningurin um kommunuskuldina loysast.

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp at styrkja kommunala veðhaldsgrunnin til ein lánigrunn, sum tær ringast staddu kommunurnar kunnu fáa heilt bílig lán úr.

­ Tað er átaluvert, at Eilif Samuelsen førir fram, at trupulleikin hjá kommunum er loystur. Men tað er hann ikki, Hann er ikki loystur, fyrrenn trupulleikin hjá tí ringast stadda eisini er loystur.

Nú var Páll Vang so fegin um útspælið hjá Javnaðarflokkinum, at hann bjóðaði sær til at verða stillari hjá tær komandi ár.

­ Eg veit ikki ,huvssu eg skal taka hatta har. Men, okay, øll hava loyvi a blíva klókari....