VB varð stovnað grundlógardag í 1905. 95 ára felagið hevur ongantíð vunnið meistaraskap og heiðursmerkir, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina. Nú eru tvey umfør eftir av 2000 kappingini, og tað er greitt, at VB fer at fáa heiðursmerkir. Spurningurin er hvørjum slagi, tey fara at vera av.
Um VB ikki tapir í morgin, tá teir fáa vitjan av B68, so er greitt, at heiðursmerkini í hvussu so er verða av silvuri. Men VB miðjar eftir gullinum, og í tí strembanini telur einki annað enn ein sigur á B68. Um ein sigur í morgin og ein sigur annan sunnudag í Gundadali ímóti B36 fara at bera gullkrónurnar, steypið og milliónina við sær, er treytað av, hvussu B36 fer at standa seg í grannauppgerðini í Gundadali í morgin, og hvussu Sumba fer at standa seg, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av HB.
Hjá VB eru tveir spælarar leikbannaðir. Annar er miðvallarin Milan Kulic, sum varð útvístur í Gøtu, og hin er Magni Jacobsen, sum í Gøtu fekk triðja gula kortið. Annar av avloysarunum verður Predrag Zivkovic, sum var leikbannaður, tá VB var í Gøtu.
Stórt trýst
Hjá B68 stendur ? um tað ber til ? uppaftur meiri upp á spæl, enn tað ger hjá VB. Um B68 ikki vinnur í morgin, so er FM møguleikin burtur, og so er eisini mest sum greitt, at teir heldur ikki sleppa upp í part í Europa Cup. VB vann 2?1 á Svangaskarði. Um VB ikki tapir í morgin verða teir betri í innanhýsis uppgerðini við toftamenn, og VB hevur betri málmun enn B68.
Hjá B68 er Fróði Benjaminsen leikbannaður. Jan Petersen noyddist av vøllinum í 1. hálvleiki ímóti HB. Eitt liðband í fótinum var toygnað. Jan hevur ikki vant í vikuni, men á Toftum høvdu teir í gjár ikki mist mótið um, at vongverjin og verjukendi miðvallarin verður tøkur í morgin.
B68 ferðaliðið fer suður til Suðuroyar seinnapartin í dag. Av Toftum frættu vit í gjár, at ikki so fáir áskoðarar ætlaða sær til Vágs í morgin.
Í fjør vunnu toftamenn 2?0 í Vági, og í fyrraárið sendi VB B68 norður um aftur við 3?1 tapi.
jh