Javnleikur til Hørð - Daniel og Heini taptu

Føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini fingu samanlagt bert eitt stig í dag

Tað gjørdist ikki tann besti dagurin hjá føroyingaliðunum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Daniel Johansen var á vøllinum allan dystin, og Heini F. Sørensen var á vøllinum í 75 minuttir tá lið teirra, Thisted tapti 0-1 fyri Hellerup á heimavølli. 

 

Hellerup skoraði sigursmálið beint undan steðginum.

 

Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB leiktu javnt 2-2 móti Brabrand á útivølli. 

 

AB fekk eina ringa byrjan. Longu aftaná 13 minuttir var AB aftanfyri 0-2. Tá 24 minuttir vóru leiktir minkaði Mark Pedersen um munin til 1-2.

 

Tim Freriks javnaði til 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

AB er nummar sjey í deildini við 15 stigum. Thisted er nummar átta við 14 stigum. Fremad Amager á sætta plássinum hevur 15 stig. 

 

Tað ræður um hjá AB og Thisted at enda millum seks tey fremstu aftaná lokið grundspæl fyri at røkka endaspælinum um uppflyting til næstbestu deildina.