Javnleikur til Mjøndalen og enn eitt tap til Sandnes ULF

Gullbrandur Øregaard fekk loksins eitt sindur av spælitíð aftur í Sandnes ULF

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen á heimavølli leiktu javnt 1-1 móti gamla føroyingaliðnum, Bryne. 

 

Mathias Bringaker legði Mjøndalen á odda í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Bryne javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Mjøndalen er fjórðaftast í deildini við 22 stigum.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 3. august fekk Gullbrandur í Horni Øregaard aftur spælitíð í dysti hjá Sandnes ULF.

 

Sandnes ULF tapti í kvøld fimta dystin á rað. Í kvøld tapti Sandnes 0-2 fyri Aalesund á útivølli. Tá Gullbrandur kom á vøllin í 81. minutti var støðan 2-0 til Aalesund.

 

Sandnes er langt aftast í deildini við bert 13 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Sandnes móti gamla føroyingaliðnum, Sogndal á heimavølli. Júst somu klokkutíð spælir Mjøndalen móti Åsane á útivølli.