Millum klokkan 15 og 16 var litið aftur á farna árið í føroyskum hondbólti á FM1.
Spæld vóru brot frá avgerandi FM-finalum, steypafinalum og landsdystum, ið vóru spældir fyrr í ár.
Stóra hæddarpunktið í føroyskum hondbólti skjótt farna árið var 24-24 javnleikurin hjá føroyska manslandsliðnum ímóti Montenegro á útivølli í EM-undankappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina. Sjúrður H. Hoydal, frásøgumaður hjá FM1 setti eisini orð á hondbóltsárið 2018 í sendingini.