Javnstøðan haltar í almennum ráðum

Sambært javnstøðulógini, § 8, skulu allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Tá ið orsøkir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.

Javnstøðunevndin fær millum fáar og ongar umsóknir um undantaksloyvi. Nevndin setti sær í oktober 2006 tí fyri at kanna, hvussu kynsbýtið í almennu nevndunum, ráðunum og líknandi sær út. Toppskorari er Almanna- og heilsuráðið, har nevndarlimabýtið millum menn og kvinnur er 53-47 prosent, og 10 av teimum 11 nevndunum hava javnstøðu.

Botnskavari er Fiskimálaráðið, har býtið er 92 prosent menn og 8 prosent kvinnur, og bara 1 av teimum 9 nevndunum hevur javnstøðu.

Javnstøðunevndin gjørdi eina líknandi kanning í 2000, og støðan hesi sjey árini er ikki nógv batnað. Í 2000 vóru 70 prosent av nevndarlimunum í teimum táverandi seks aðalráðunum menn; í 2007 er hetta tal fallið til 65 prosent.

Í flestu ráðunum er lítil og eingin munur á prosentbýtinum í 2000 og 2007; tó eru tvey undantøk: Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið. Í Fíggjarmálaráðnum og Mentamálaráðnum vóru ávikavist 75 prosent og 63 prosent av nevndarlimunum í 2000 menn, men síðan eru tølini fallin til ávikavist 57 prosent og 54 prosent.

Í Fíggjarmálaráðnum er javnstøða í 8 av teimum 9 nevndunum. Sostatt hevur Fíggjarmálaráðið havt nógv ta størstu framgongdina í javnstøðu seinastu sjey árini.63 av teimum tilsmans 102 nevndum hava javnstøðu, t.e. 62 prosent. Javnstøðunevndin fer í framtíðini at fylgja við, tá ið aðalráðini seta nevndir, ráð og líknandi, og í góðari tíð minna tey á at halda § 8 í javnstøðulógini.