Javnt í málum og monnum á Sandi

Hendingarríkasti dysturin í dag er tann á Sandi, har EB/Streymur vitjar. Nú er støðan 2-2, og nú spæla teir tíggju ímóti tíggju.

Blaðungi Høgni Midjord javnaði til 2-2, eftir at Gudmund Nielsen hevði staðið fyri fínum uppleggi.

Lítla løtu seinni varð Egil á Bø vístur av vølli, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið tað reyða.