Javnt ímóti fremsta norðurlendingi

Føroyska útisetaliðið fekk ikki ein góðan kappingarenda í Skakliguni. John Rødgaard fekk hinvegin frálíkt úrslit í dystinum móti danmarksmeistarunum Helsinge

Seinastu tvey umførini í Skakliguni vórðu leikt um vikuskiftið. Undan næstseinasta umfari var greitt, at føroyska liðið mátti hava eitt gott úrslit móti SK 1968, um vónirnar um medaljur skuldi haldast við líka. SK 1968 vóru á øðrum plássi, hálvt stig ovari enn Talvfelagið Føroyar.
Men illa gekst í hond. 2-6 varð úrslitið. Einans John Arni Nilssen, Heini Olsen, Heini Danielsen og Terji Petersen leiktu javnt. Hinir fýra á liðnum - Nikolaj Borge, Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen og Carl Eli N. Samuelsen - taptu.
Ilt er siga hví føroyingar vórðu so gávurmildir, kanska vónirnar vóru ov sterkar og harvið trýstið á telvarunum ov stórt. Tó skal nevnast, at Nikolaj Borge hevði vinnandi støðu tá hansara fartelefon ringdi. Hendingin merkti, at hann tapti talvið. Soleiðis eru reglurnar viðvíkjandi fartelefonum og telving nú á døgum. Nikolaj hevði gloymt at sløkt fartelefonina og var eftir talvið somikið skuffaður, at hann gav avboð til dystin móti Helsinge sunnudagin.
Við skrædlinum móti SK 1968, misti útisetaliðið møguleikan at røkka medaljuplássi

Rødgaard í essinum
Hans Kristian Simonsen var við á liðnum báðar dagarnar, meðan John Rødgaard bert kundi leika sunnudagin móti Helsinge. John mannaði fyrsta borð og hevði svarta fólkið móti Peter Heine Nielsen (2648). Peter Heine hevur í nøkur ár verið sterkasti telvari í norðurlondum og er í løtuni nr. 49 á altjóða styrkilistanum.
Peter Heine, sum í týsku bundesliguni herfyri leikti javnt móti Viswanathan Anand og Alexei Shirov, fekk lítið burturúr hvíta fólkinum. Rødgaard leikti trygt, uttan at geva alt initiativið til sterka danan. Eftir 5-6 tímar var støðan fullkomiliga jøvn á talvborðinum og Peter Heine og Rødgaard samdust tí um javnleikin. Eitt fantastiskt avrik av Rødgaard.
Helst er Peter Heine sterkasti telvari nakar føroyingur hevur tikið stig frá. Í Talvolympiaduni í Thessaloniki í 1984 leikti sami Rødgaard javnt móti Spassky, sum tá hevði umleið 2550.
John Arni leikti fyri fáum árum síðani javnt móti Sergei Tiviakov, sum tá hevði umleið 2620. Og sunnudagin trýsti hann stórmeistaran Lars Schandorff (2497) leingi, men mátti taka til takkar við javnleiki. Eisini eitt gott úrslit, sjálvsagt.
Hans Kristian leikti javnt móti IM Klaus Berg (2421), men tíverri taptu hinir á føroyska liðnum, soleiðis at úrslitið gjørdist 1,5 - 6,5. Teir suvirenu úr Helsinge vunnu DM fyri fimtu ferð á rað við rekordskoruni 43,5 stig av 56 møguligum.
Talvfelagið Føroyar fór frá triðja plássinum niður á sætta pláss eftir keðiligu úrslitini í vikuskiftinum. Sætta plássið er kortini heiðurligt og nøktandi.

Endaliga støðan
1. Helsinge 43,5
2. SK 1968 31,0
3. Brønshøj 30,0
4. Helsingør 26,5
5. Skolerne 26,0
6. Føroyar 24,0
7. Nordre 22,0
8. K 41 19,0

Einkultúrslitini
Nikolaj Borge 2,0 av 5
John Rødgaard 0,5 / 1
John Arni Nilssen 4,0 / 7
Heini Olsen 2,0 / 5
Flóvin Tór Næs 2,5 / 7
Martin Poulsen 1,5 / 2
Hans K. Simonsen 0,5 / 2
Eydun Nolsøe 0,5 / 1
Carl Eli N. Samuelsen 4,0 / 7
Heini Danielsen 2,0 / 7
Terji Petersen 2,0 / 6
Poul Martin Hansen 1,5 / 4
Ian Leyni 1,0 / 2

Flóvin ársins telvari
Í samband við at 35 ár eru liðin síðani Talvsamband Føroyar varð stovnað, varð skipað fyri jubileumskapping í Vestmanna leygardagin. Heimaliðið vann framanfyri havnarmenn og klaksvíkingar.
Somuleiðis fekk Flóvin Tór Næs í sama tiltaki heiðurin at verða valdur til ársins telvara. Helgi D. Ziska varð ársins stjørnuskot.
Vestmenningurin Niels O. Durhuus bleiv útnevndur heiðurslimur sum tøkk fyri trúgva tænastu fyri føroyskari telving í hálva øld.

Linares
Kasparov hevur framvegis trygga leiðslu í Linares. Meðan hinir stjørnurnar ikki rættiliga hava havt góðan vind í rygginum, hevur Kasparov verið í serklassa. Hann er nú eitt stig framanfyri Anand, sum sunnudagin vann eitt gott talv á Kasimzdhanov. Topalov fylgjur eisini væl við í toppinum. Leko hevur skuffað við sínum tíggju javnleikum(!).
Kasparov, sum er ósigraður, hittur Adams, Anand og Topalov í trimum teimum seinastu umførunum.

Støðan
Kasparov (2804)6,5 av 9
Anand (2786)5,5 / 9
Topalov (2757)5,0 / 9
Leko (2749)5,0 /10
Adams (2741)4,5 /10
Kasimdzhanov (2678)3,5 /10
Vallejo (2686)3,0 / 9


Talvið hesa vikuna

Kasimdzhanov,R (2678) - Anand,V (2786)
XXII SuperGM Linares ESP (11), 06.03.2005

1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.c3 Rif6 4.Be2 Bg4 5.d3 Kazim velur tann trygga leistin í sisilionsku byrjanini 5...e6 6.Ribd2 Ric6 7.Rif1 d5 8.exd5 Rixd5 9.Fa4 Bh5 10.Rig3 Rib6 11.Fd1 Bg6 Svartur hevur longu útjavnað, stendur kanska enntá betur 12.0-0 Be7 13.a4 0-0 14.a5 Rid5 15.Fa4 Fc7 16.d4 cxd4 17.Rixd4 Rixd4 18.Fxd4 f5! 19.Fa4 Triðju ferð hvíta drottningin stendur fer til a4 19...Rad8 20.Rd1 f4 21.Rie4 Fe5 22.Bf3 b5! 23.Fc2 Rif6 24.Rixf6+ Fxf6 25.Fb3 Rxd1+ 26.Fxd1 Rd8 27.Fe2 Bd3 28.Fe1 e5! Finnurnar kunnu ikki steðgast. Enn er hvíti rókurin og c1-bispurin ikki komin í spælið... 29.Be2 Bxe2 30.Fxe2 e4 31.g3 e3 32.fxe3 f3 33.Fxb5 f2+ 34.Kg2 Rf8 Nú er vunnið. Anand vísur okkum hvussu 35.Fd5+ Kh8 36.Kf1 Fh6 37.Bd2 Fh3+ 38.Fg2 Støðumynd


Støðumynd eftir 38.Fg2

38...Ff5! 0-1