Javnt millum tey reyðu og bláu í Danmark

Seinasta veljarakanningin í Danmark, sum Voxmeter hevur gjørt 12. til 19. september, vísir, at reyði og blái vongur eru púra javnir. Blái vongur fær 49,3 prosent av atkvøðunum, meðan reyði vongur fær 48,7.

 

Innanhýsis í bláa veingi liggja teir báðir stóru borgarligu flokkarnir eisini sera tætt, eftir at tey Konservativur á havt munin í seinastu kanningum. Vinstri stendur í kanningini til at fáa 13,9 prosent av atkvøðunum og harvið størsti flokkur á bláa veingi, meðan tey Konservativu enn einaferð ganga aftur og lenda á 13,6 prosentum av atkvøðunum.

Hjá báðum pørtum er galdandi, at talan er um eina statistiska óvissu upp á 2,1 prosentstig, so tí er tað í veruleikanum ógjørligt at siga, hvør flokkur er størri.

Í reyða veingi ganga Javnaðarflokkurin og tey Radikalu aftur og missa fýra tingsessir hvør, meðan SF og Eindarlistan vinna tilsamans trý tingfólk.

Kanningin sæst á myndini niðanfyri.

Kilde: Voxmeter.

/ritzau/

##med2##