Javnt í seinasta talvinum

Helgi Dam Ziska telvdi javnt móti íslendskum altjóða meistara í seinasta talvinum. Samanlagt gjørdist føroyski telvarin nummar 30 av 103 telvarum

Helgi helt soleiðis fast um framúr góðu hagtølini, sum staðfesta, at hann í krútsterku kappingini í Reykjavík hevur vunnið 5 av 9 møguligum stigum.

Longu undan seinasta talvinum hevði Helgi tryggjað sær næsta IM-normin. Kravið fyri at fáa heitið sum IM-telvari - altjóða meistari - er tríggjar IM-normar umframt eitt styrkistal, sum í minsta lagi er 2400. Helgi hevði undan kappingini í Reykjavík 2286. Og roknað verður við, at hann fær eini 40 rating-stig fyri avrikið í Reykjavík.
Seinnapartin í dag og kanska í morgin verður Helgi partur av kapping í snartalvi, sum markerar endabrestin av Reykjvík open. Millum teirra, sum taka lut í hesi snarkapping eru eitt nú Viswanathan Anand, sum í løtuni verður mettur sum triði sterkasti telvarin í heiminum, og ungarska Judith Polgar, sum er sterkasti kvinnuligi telvarin í heiminum. Á seinasta FIDE-listanum er hon nummar 14, men hon hevur eisini verið væl væl hægri enn hetta.