jazzygold – Háaktuellur r&b-poppur

Nógv føroysk tónlistarfólk ferðast runt í heiminum og framføra sín tónleik, og eitt av nøvnunum, sum vekir stórst ans har úti er jazzygold. Við skrapt framleiddum r&b- og poppløgum megnar hon at draga nógv fólk til sínar konsertir, og altíð fara fólkini væl nøgd avstað aftur, tí framførslurnar eru altíð líka góðar. Hettar er okkara egna føroyska r&b-stjørna, og hon er háaktuel við síni fyrst EP, it's been a while. Kom og lurta eftir jazzygold á G! 2025.

 

Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, tí práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold og nógv onnur.

 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.