Jenis av Rana er klárur til býráðið í Havn

Miðflokkurin stillar upp í Havn og í Klaksvík og vónar at fáa umboð tær báðar størstu kommunurnar í landinum

– Tað gongur væl við uppstillingini hjá okkum í Havn. Vit hava eini 7-8 nøvn á listanum, og vit hava endaligan uppstillingarfund hóskvøldið, tá listin verður gjørdur liðugur.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann sigur, at tey ætla at fáa nøkur nøvn afturat á listan, og hann váttar, at hann sjálvur er millum uppskotini á listanum.

Jenis av Rana hevur áður sitið í Tórshavnar býráð. Tað var sum varamaður fyri Petur í Gong valskeið 1992-1996. Petur í Gong kom í býráðið í 1957, tá H. C. W. Tórgarð doyði. Hann var í nógv ár sterki maðurin við størsta listanum í Tórshavnar býráð.

Í 1992 fekk Borgaralistin hjá Peturi í Gong bara eitt umboð, og tað var Petur í Gong sjálvur.

Hann legði tó skjótt frá sær eftir valið, og Jenis av Rana var í hansara stað restina av valskeiðnum.

Miðflokkurin stillaði fyrstu ferð upp til býráðsvalið í Havn í 1996, men fekk ikki umboð valt. Flokkurin fekk tá 5,7 prosent av atkvøðunum. Hini valini, flokkurin hevur stillað upp í Havn hevur undirtøkan verið hendan:

2000: 488 atkøvður, 5,2 prosent.

2004: 515 atkvøður, 4,9 prosent.

2008: 234 atkvøður, 2,3 prosent.

2012 287 atkøvður, 2,6 prosent.

Miðflokkurin hevur ikki stillað upp til býráðsval í Havn síðani 2012, so hetta er fyrstu ferð í 12 ár, at Miðflokkurin stillar upp, og formaðurin hevur góðar vónir:

– Tað eru serliga tey ungu í flokkinu, sum hava strongt á at stilla upp til býráðsval, tí tey halda okkum hava ein møguleika, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at í Klaksvík stillar flokkurin eisini upp. 

– Har eru fleiri pláss eftir á listanum, tí har gongur eitt sindur meira striltið at fáa fólk á listann enn í Havn, sigur hann.

Á seinasta býráðsvalið í Havn kostaði seinasti sessurin í Tórshavnar býráð 852 atkøvður. Tað var tann seinni sessurin hjá Fólkaflokkinum. Tað vil siga, at markið fyri at verða valdur í Tórshavnar býráð hjá einum lista seinast 852 atkøvður.

Áhugavert verður at síggja, hvussu nógvar persónligar atkvøður Jenis av Rana kann fáa til býráðsvalið. Men ger hann líka gott væl sum á løgtingsvalinum seinast, so eru útlit fyri at fáa umboð valt í býráðið, tí tá hevði hann 722 persónlligar atkøvður – harav 351 í Tórshavnar kommunu.