- Tað er óhugnaligt, at ein kann verða soleiðis forfylgdur í einum framkomnum samfelagi.
Jenis av Rana er skelkaður í sínum grundvølli av Løgregluni.
Ein rættiliga fámæltur Jenis av Rana heldur, at tað er heilt ófatiligt, at Løgreglan ikki enn hevur tikið støðu til um hann skal ákærast ella ikki.
- Eg havi ikki orð fyri at tað skal bera til, at borgarar í einum demokratiskum samfelagi verða soleiðis viðfarnir.
- Eg havi havt eina sannføring um, at vit liva í einum rættarsamfelagi, men tað eri eg farin at ivast stórliga, sum støðan er nú
Hann sipar til, at tað nú er næstan eitt ár síðani, at hann varð lagdur undir at vera lógbrótari í sínum yrki sum kommunulækni í Havn.
- Síðani tá hevur øll familjan, allir mínir sjúklingar og alt mítt politiska bakland í næstan eitt heilt ár livað við illgrunanum um, at eg eri lógbrótari.
- Og tey, sum skulu handhevja lógina, tykjast ikki at leggja nakað í, at ein borgari verður hongdur út at vera lógbrótari.
- Hetta er ein ræðulig støða at vera í, bæði hjá mær, hjá mínari familju, hjá øllum mínum sjúklingum og øllum mínum politiska baklandi.
- Tað er ikki orð fyri, hvussu tyngjandi hetta er. Hetta oyðileggur alt, leggur hann aftur. Men hann vil ikki útgreina hetta nærri.
- Men tað gevur ikki serliga stóran arbeiðsførleika at liggja undir eini skuldseting fyri lógarbrot.
Upprunin til málið, har ein pápi varð ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á dóttrina, varð fyri í Føroya Rætti, men í farnu viku varð pápin fríkendur.
Av tí sama hevði Jenis av Rana eisini vónir um, at hansara mál fór at fáa eina skjóta avgerð, serliga tá ið hann hugsar um støðuna, hann er í sum lækni og politikari.
Tí heldur hann, at tað er heilt ófatiligt, at málið dregur út og at onki hevur frætt frá Løgregluni yvirhøvur, uttan ta einu ferðina, tá ið hann var biðin at koma til avhoyringar og tað var avgreitt fyrst í mai.
Hann hevur hug at samanbera hetta málið við støðuna, sum tók seg upp í tiltikna landsdystinum í fótbólti ímillum Danmark og Svøríki, har ein danskur leikari varð meldaður fyri at sláa ein svenskan leikbróður í búkin.
- Tað tók løgregluni 20 dagar at koma til eina niðurstøðu í málinum og so varð málið avgreitt. Men nú er næstan eitt heilt ár síðani at eg varð lagdur undir illgruna og tað er toppmált.
Hann vísir á, at hann hevur arbeitt sum lækni alla hesa tíðina og hann heldur, at tað ger málið serliga tyngjandi, tí hann ivast ikki í at sjúklingarnir innast inni sita við einum ótryggleika um tey nú kunnu líta á læknan og at hann heldur sína tagnarskyldu.
- Tað er ein ómetaliga torfør støða hjá mær sum lækni og hjá mínum sjúklingum at vera í, sigur Jenis av Rana og tí heldur hann, at Løgreglan skyldar øllum pørtum at taka eina skjóta avgerð.
Og hann tvíheldur framvegis um, at hann er púra ósekur.
-Alt hetta kenni eg onki til, so einfalt er tað, sigur hann.
Men tá ið tú tosar um forfylging, heldur tú tá, at talan er um politiska forfylging?
- Tað fært tú meg ikki at siga, men tað skerst ikki burtur, at eg siti eftir við eini kenslu av, at eg havi onga rættartrygd. Um hetta so er galdandi bara fyri meg, ella um tað er galdandi fyri øll, veit eg ikki, sigur Jenis av Rana.
Les eisini: Jenis má bíða nakrar vikur afturat eftir Løgregluni