Jenis av Rana hevur enn ikki tikið støðu til um hann fer úr samgonguni í dag, ella um hann fer at atkvøða fyri flatskattinum og ætlanina at skatta pensjónir við inngjald.
Seinni í dag skal Løgtingið atkvøða um flatskattur skal setast í gildi á nýggjárinum ella ikki.
- Tað er ringt at vera í mínum skóm í dag, sigur Jenis av Rana.
Hann er fullgreiðir yvir, at atkvøður hann nei, hevur hann samstundis sagt seg úr samgonguni.
- Og verið eg uttanfyri, missi eg í hvussu so er alla ávirkan.
Tað er veit eisini, at atkvøður hann ímóti, er stórur vandi fyri, at Miðflokkurin fer í tvíningar, tí hin tingmaðurin fyri flokkin, Bill Justinussen, hevur sagt seg taka undir við ætlanini og fer helst ikki at fylgja Jenis av Rana í andstøðu.
Bill Justinussen hevur eisini áður sagt við Sosialin, at tað var hann, sum kravdi, at Miðflokkurin fór í samgonguna og at kom tað til skarpskeringar, hevði hann farið einsamallur upp í samgonguna, hóast Jenis av Rana varð verandi uttanfyri.
- Eg eri eisini í teirri støðu, at eg havi ikki avgerðandi atkvøðuna í samgonguni, so hóast eg atkvøði ímóti, verður tað samtykt kortini.
- Hinvegin er tað eisini ein samvitskuspurningur og sum málið liggur nú, smakkar tað mær ómetaliga illa.
Jenis av Rana sigur, at sostatt eru nógvir spurningar, sum skulu vigast fyri og ímóti, áðrenn hann tekur støðu til, hvussu hann skal atkvøða seinni í dag, leggur hann afturat.
Tá ið málið var til viðgerðar í Løgtinginum herfyri, staðfesti hann, at hann treytin fyri, at hann fer at atkvøða fyri ætlanini, er, at øll ivamál eru beind av vegnum.
Hann staðfestir, at enn eru ivamál, men so fer viðgerðin í dag at vera avgerðandi fyri, hvussu hann atkvøður.
Men hann sigur, at tá ið málið kemur fyri í Løgtinginum seinni í dag, fer hann at taka orðið og tá fer hann at heita staðiliga á samgonguna um at útseta alt málið í eitt hálvt ár, ella eitt ár, til greiða er fingin á øllum ivaspurningum.
Jenis av Rana ásannar, at hann hevur undirskrivað eitt samgonguskjal, har tað stendur, at flatskattur skal setast í verk.
Men hann staðfestir samstundis, hann hevur ikki bundið seg til at seta tað í gildi við so stuttum skotbrái.