Jenis stillar upp til býráðsvalið í Havn

Miðflokkurin í høv­uðs­stað­num hevur tikið tað tunga sjúts­ið fram í roynd­ini hjá flokkinum á fysta sinni at vinna sæti í Tórs­havn­ar Býráð, tí sjálvur floks­for­mað­ur­in, Jenis av Rana, still­ar upp. Umframt at vera løg­tings­maður er Jenis av Rana eisini kommunulækni í Havn.??

Jenis av Rana hevur áð­ur sit­ið í býráðnum í Havn. Hann still­aði upp á utt­an­flokk­a­list­a­num hjá Petur í Gong til valið í 1992, men var tó ikki valdur. Men tá Petur í Gong legði sessin frá sær í 1993, kom Jenis av Rana inn í býráðið og hevði sæti til valið í 1996.

Á valinum í 1996 fekk utt­an­flokk­a­list­in einki umboð valt. Mið­flokk­ur­in still­aði upp til bý­ráðs­val­ini í Havn í 2000, 2004 og 2008 utt­an at fáa um­boð valt. Sperru­markið til at fáa um­boð valt í Tórshavnar býráð er rættiliga høgt, tí ein listi má fáa 1/13 av atkvøðunum, ella beint undir 7,7 prosent.

Seinast nakar annar flokk­ur enn teir fýra stóru, Fólk­a­flokk­ur­in, Sam­bands­flokk­ur­i­n, Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi, fekk um­boð valt í Tórs­havn­ar Bý­ráð var í 1996, tá Ron­ald Poul­sen varð valdur fyri Sjálv­stýr­is­flokk­in.

Seks valevni
Á listanum hjá Mið­flokk­i­num til bý­ráðs­val­ið hes­a­ferð eru seks valevni:?
Dánjal Mouritsson Joensen?
Rani Andrasson Skaa­lum?
Arnfinn á Birt­uni?
Charlotta á Váli Olsen?
Frank Jac­ob­sen?
Jen­is av Rana