Í einari samrøðu við Oprah sigur sjónleikarinnan Jennifer Hudson, at hon fyrigevur tí drápsmanni, sum tók lívið av trimum familjulimum hjá henni.
Fyri fyrstu ferð tosaði Jennifer Hudson í gjár alment um hendingina, sum fór fram í oktobur í 2008. Tá drap svágurin hjá Jennifer, William Balfour, mammu hennara, beiggjan og bert sjey ára gamla systkinasonin.
Hann varð í mai í ár dømdur tríggjar ferðir lívstíð.
William Balfour var giftur við systur Hudson, Julia Hudson.
- Eg fyrigevi honum, tí eg føli ikki, at hann kann gera við sínar gerðir. Tað snýr seg um tann mátan hann varð viðfarin í uppvøkstrinum, sigur sjónleikarinnan, sum eisini vitnaði í málinum.
Hon vísur á, at í rættinum komu fleiri upplýsingar fram um hansara barndóm. Hevði hann fingið kærleika í sínum barndómi, so var hetta ongantíð hent, heldur Hudson.
Jennifer Hudson hevur ikki vitjað grøvina hjá sínari familju síðani hendingina, men tað ætlar hon sær nú.
Darnell Donerson, 57 ár, mamma Jennifer, varð funnin deyð á gólvinum heima við hús í einum náttkjóla. Beiggin Jason Hudson, 29 ár, varð funnin deyður í songini, meðan løgreglan fann líkið hjá sjey ára gamla Julian King í einum stolnum bili tríggjar dagar eftir.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.