Jennleyg eigur lívið í vinkonuni!

– Eg var øgiliga bangin, og beinini ristust, men eg kláraði at hála hana upp úr tanganum. Tað sigur seks ára gamla Jennleyg Kallsoy, ið týsdagin bjargaði fýra ára gomlu Tórunn, sum datt í ein rottanga, tá tær báðar vóru úti og spældu.

 

– Eg var øgiliga bangin, og beinini ristust, men eg kláraði at hála hana upp úr tanganum. Tað sigur seks ára gamla Jennleyg Kallsoy, ið týsdagin bjargaði fýra ára gomlu Tórunn, sum datt í ein rottanga, tá tær báðar vóru úti og spældu.

 

– Eg orki ikki tankan um, hvat kundi verið hent, um alt ikki spældi so væl av.

 

Tað sigur Guðrun Kruse á Eiði, sum er mamma Tórunn, í samrøðu við Sosialin í dag.

 

– Vit hava ikki snakkað meir um trygd við børnini, enn onnur foreldur gera, haldi eg. Tað hevur verið hetta her við, at tey skulu ansa eftir bilum, vera ansin tá tey fara oman á keiina, eru uppi á vatninum og slíkt, men annars hava vit ikki snakkað stórvegis um trygd og hvussu man ber seg at í neyðstøðu, sigur mamma Jennleyg, Gunnvør Kallsoy, ið sum vera man er errin av dóttrini.

 

–  Vit eru ótrúliga errin og glað fyri, at hon gjørdi, sum hon gjørdi í hasi støðuni. Eisini eru vit bilsin um, at hon var so rólig í støðuni, sló kalt vatn í blóðið og megnaði at hála vinkonuna upp, sigur Gunnvør Kallsoy við Sosialin.

 

Og tað, sum Jennleyg gjørdi, tá hon bjargaði vinkonuni, er veruliga eitt bragd.

 

– Vaksnir menn hava verið og hugt á staðnum, har tangin er, og teir skilja ikki, hvussu hon hevur fingið fatur á Tórunn og enntá hálað hana upp úr tanganum. Onkur vil enntá vera við, at tað eigur at vera ómøguligt, men Jennleyg gjørdi tað kortini, sigur Gunnvør Kallsoy.

 

Genturnar báðar tosa ikki so nógv um hendingina nú, men mammurnar eru als ikki í iva um, at tær framvegis eru skelkaðar, hóast tær kanska ikki tosa eins nógv um hendingina nú, sum tá.

 

Nú skjótt ein vika er liðin, síðani hendingin fór fram, hava familjurnar hjá gentunum hugsað nógv um tað, sum hendi. Serliga eru tey øll ovfarin av, at seks ára gamla Jennleyg var so skilagóð og bar skjótt at við at fáa vinkonuna upp úr rottanganum.