Jens Christian Dam til minnis

Gøtur okkara krossast á so ymiskan hátt, og fari eg at lýsa vinmannin Jens Christian, sum veiðimannin, tað var hann eg kendi best, og eg hugsi, at í veiðimanninum møtur tú lyndiseyðkennum, ið sermerkja persónin.

At tað er gott fyri sál og sinn, at fara sær ein túr á flot ella í hagan, eru ikki fleiri meiningar um, í løtum at koma burtur úr arbeiðnum og gerandisdegnum treingja vit øll til, men at geva sær stundir at fara avstað er ofta tungt, serliga um veturin.
So er tó ikki hjá harumonnunum, sum báðar ársins síðstu mánaðarnir, gera rættuligar hagatúrar. Hagatúrar, sum eru ríkir á so mangan hátt, við náttúruupplivingum, fongi og vinarlagi.
Hóast vit høvdu fleiri túrar saman í báti, so er tað hagatúrarnar eg fari at lýsa nærri. Á veiðuferð lærir tú felagarnar at kenna, bæði í viðgongd og mótburði, sært hvussu maðurin roynist, um hann er djarvur, knappur, umhugsin og áhaldin, og hvat um hann er pøstur, hvussu er atburðurin tá.

Tað merktist har í Jens Christian var, hann bæði hoyrdist og sást, tí hann var so livandi.
Ongantíð havi eg verið saman við spentari manni enn Jens Christian, og túrarnar høvdu vit mangar í haganum á haruveiðu, tí vit vóru í felag í 15 ár. Saman við 2-3 øðrum feløgum, ið skiftu nakað frá ári til annað.

Ongin kundi sum hann, í góðari tíð undan veiðitíðini rógva framundir komandi sæsong, hann kundi við orðum mála allar teir spennandi tilburðirnar frá undanfarnu veiðiferðum, so livandi, at tað var ein fragd at hoyra, sjálvt um søgan var søgd fleiri ferðir áður. Líka spentur á hvørjum ári, og ikki var tað frítt, at bilurin eisini varð riggaður til árstíðina.

Spentur var tú, og harafturat morgunmaður, so lógu vit fyri at fara, var tú í telefonini væl fyri lýsing, fyri at viga líkindini o.s.fr.

Túrarnir vóru so ymiskir, flestu í góðum líkindum og við hampuligum fongi, men teir ið viku frá standa klárast í minninum.

Ikki minst túrurin tú gjørdi av Elduvíksnesi og niðan í Múlan á sinni, (tann dagin Damma-veitslan var), hoyrdi eg mangan fyri at eg ikki kom við. Líkindini vóru ongi, og hóast eg ikki plagdi at sýta, so helt eg meg heima tann dagin, og havi eg angra tað síðani, tí tað var dagurin, við tí skjóta og stóra fonginum, tað kvøldið gekk tú fattur sum ein pávi.

Túrar vóru gjørdir, har vit løgdu ov nógv fyri, komu okkum í óføri, so varsemi skuldi til fyri at koma burtur úr trongstøðuni.

Ein kavatúrur bleiv nakað drúgvur, hált í erva og tøssut í neðra, kreftirnar gingu undan og myrkur kom á, ta ferðina gingu vit longi aftaná at vit vóru lúgvaðir, men oman komu vit í øllum góðum, ongantíð var ølin so góð sum hon, ið tá bíðaði okkum.

Nógv tók tú at tær, sum túrin í Byrgishaganum, tá tú snávaði og breyt rivjabein, so var onki við at gevast, "nei, brotin riv eru sum brotnir fingrar, 10 dagar at lekja" segði tú, og setti kósina niðan á Gásafelli.
Túrurin hjá okkum fyri 3 árum síðani, kundi gjørst tær endaligur, tá tú fekst blóðtøpp, men tú komst tó oman í øllum góðum.
Síðani fekst tú aðrar tregar at stríðast við, so beinleiðis hagatúr bleiv tað ikki til hjá okkum báðum eftir tann dag, men væl fylgdi tú við hvussu gekst hjá feløgunum.

Eisini vóru tað tær stillu løturnar, hvíldarløturnar, tá vit høvdu gingið okkum heitar, tá at sita ovast uppi undir einum fjallshamri, og síggja skarðutu fjallarøðirnar, oyggjaskap og sund, í einum heilt øðrum og spennandi skapi, løtur í hugtóku, og sum vitja aftur í huganum.

Stundum gekk tú egnar leiðir, hóast vit frammanundan høvdu avrátt ódnirnar, og at niðasti maður avgjørdi ferðina, so var tað bara galdandi til tú knappliga fekk snevulin av onkrum, og var ikki til at steðga, sjálvt um vit vóru fleiri ið bíðaðu. Sigast skal tó, at ikki so sjáldan góvu hesar útfluktirnar fong

Tað má kallast faðirliga umsorgan, tá eg ein kavadagin var vorðin heldur stirdur og hevði sett mær fyri at gevast, og boðini vóru, "kom her so skal eg heita teg", og eg bleiv ruspaður.

Tá so veiðidagurin var av, fongurin handlaður og býttur, og vit sótu heima hjá Eydnu og reypaðu yvir einum súpanartalerki, ongantíð var maðurin meira livandi enn tá, har hann í kæti manaði fram ta einu hendingina fyri og aðra eftir, um atburð sum gav fong ella haruna ið slapp, á ein so mikið livandi hátt, at áhoyraraskarin umframt harumanningina, altíð taldi alt húsfólkið, og stundum meira.

Nú er Jens Christian so farin, vit standa eftir við minnimum um ein persón, ið ikki náddi nakran høgan aldur, men sum livdi so mikið intenst, at honum untist at uppliva meira enn tey flestu.

Vit drýpa høvur í samkenslu við konu og børnum, Ásu, Maiken, Petur Eyðun, Martin og Jan Eli við familiu.

Hans Dávid Dam