Jens Marni Band og Kim Hansen í Rex

Hetta vikuskiftið hittast tvær kendar føroyskar stjørnur á pallinum - Tveir fyrrverandi Showmenn, nevniliga Kim Hansen og Jens Marni Hansen. Teir spæla við bólki bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

Alment verður bólkurin róptur Jens Marni Band við Kim Hansen sum gesti, men vónandi verður talan um meir enn hesar báðar tvær framførslurnar, teir báðir spæla saman.

 

Eigur tú ongar pengar í løtuni, er tað nevniliga eingin umbering til tess at ikki fara at lurta eftir teimum. Keypir tú eina ókeypis biiip í Manhattan fríggjakvøldið, fært tú nevniliga eitt atgongumerki til Rex við í keypinum.

 

Tú kanst eisini velja at njóta ølina í frið og náðum, meðan Villmenn undirhalda. Teir spæla í Manhattan alt vikuskiftið.