Leiftur tapti sunnudagin 2-0 á útivølli móti ÍBV, og harvið var talan um endurtøku av úrslitinum í steypafinaluni. Samstundis tapti KR, sum higartil hevur verið oddalið 1-0 í Keflavík, og tað hevur við sær, at ÍBV er á odda við 35 stigum, meðan KR hevur 33 stig. Tað verður roknað við fimtan túsund áskoðarum í Reykjavík, tá hesi bæði liðini hittast í síðsta umfarinum komandi vikuskifti. KR skal vinna fyri at gerast meistari. Um tað verður javnt ella um ÍBV vinnur, so verða teir meistarar, og so sleppur Leiftur í Europa Cup kappingina fyri steypavinnarar.
Teir í Leiftri vóru illa mannaðir, tá teir fóru út í oyggjarnar. Har vóru bara fýra eftir av liðnum, sum tapti steypafinaluna móti ÍBV 2-0, og Jens Martin Knudsen letur illa at, at tað var buldraligt, tá teir leygardagin fóru út við ferju.
? Tað var stak ófantaligt veður, ferðin tók hálvan triðja tíma, og tað vóru nógvir, sum hvítnaðu frammaní og høvdu sjóverk. Men á vøllinum sást einki til hetta, tí allir stríddist, og vóru vit eitt sindur hepnari, so fingu vit mál, tí í 1. hálvleiki høvdu vit hann tvær ferðir á tvørtrænum og í 2. hálvleiki raktu vit eina ferð í stólpan, sigur málverjin á Ólafsfirði.
Íslendska pressan letur væl at avrikinum hjá Jens Martini, sum ferð eftir ferð bjargaði, tá ÍBVarnir vóru einsamallir frammanfyri málinum.
? Hetta minti ikki sørt um, tá vit fóru uppí altjóða fótbólt. Vit høvdu fýra unglingar á liðnum, so tað varð ikki roknað við tí stóra, og tað lá líka sum í luftini, at vit skuldu stríðast fyri at avmarka tapið. Tá tað er soleiðis, so kennir tú sum málverji, at tú ert við beinanvegin, og tað er hugaligt.
Í síðstu viku var greitt, at Jens Martin Knudsen eisini komandi ár fer at verja málið hjá Leiftri.
? Vit hava ikki skrivað undir enn, men eg havi fingið tað soleiðis, sum eg vildi hava tað at vera. Tað vil siga, at teir tryggja mær løn í tólv mánaðir, og tað er eitt loft lagt yvir søluvirðið. Nú veri eg her til kappingin er liðug komandi vikuskifti, og um ÍBV verður meistari, so skulu vit sum taparar í steypafinaluni móti teimum spæla ein dyst afturat móti meistarunum í sambandi við at ársins spælari og ársins lið verður valt. So er ætlanin at fara aðra staðni, og eg komi so aftur higar, tá tað verður farið undir kappingina síðst í apríl.
Jens Martin Knudsen sigur, at tað er ikki heilt greitt enn, hvar hann fer at spæla í vetur. Í fótbóltsverðini er einki hundrað prosent fyrrenn sáttmáli er skrivaður, men hann roknar við, at ein avtala fer at koma í lag. Verður tað soleiðis, so fer Jens Martin Knudsen at spæla í næstbestu deildini í Skotlandi ella Hollandi. Tað er eisini møguleiki fyri, at tað verður í Danmark, men enn er hetta ikki komið uppá pláss.