Jens Stoltenberg verður nýggjur tjóðbankastjóri

Sambært tíðindastovuni NTB er fyrrverandi forsætisráðharrin og NATO-aðalskrivarin Jens Stoltenberg nýggjur tjóðbankastjóri í Noreg.

 

Jens Stoltenberg er settur sum nýggjur tjóðbankastjóri í Noreg. - Foto: Hannibal Hanschke/Reuters

Norska tíðindastovan NTB skrivar, at fyrrverandi forsætisráðharrin í Noreg og núverandi NATO-stjóri, Jens Stoltenberg er settur sum nýggjur tjóðbankastjóri í Noreg.

Tjóðbankin, sum eitur Norges Bank, er tann óhefti fíggjarligi stovnurin í Noreg, sum umvegis pengapolitikk skal tryggja fíggjarligt støðufesti og prísjavnvág í Noreg.

– Vegna Norges Bank fari eg at ynskja Jens Stoltenberg tillukku við starvinum sum nýggjur tjóðbankastjóri.

– Eg kenni Stoltenberg sum ein virkna og dugnaligan búskaparfrøðing. Eg kenni meg tryggan við, at hann við drúgvu royndum fer at roynast væl í starvinum, skrivar fráfarandi tjóðbankastjórin Øystein Olsen, á heimasíðu bankans.

Jens Stoltenberg var forsætisráðharri í Noreg undir sorgarleikinum á Utøya í 2011, sum gav honum altjóða uppmerksemi fyri handfaring hansara av støðuni og áheitanir til sáttargerð heldur enn hatur.

Eftir at hava tapt eitt val í 2013 gjørdist Jens Stoltenberg aðalskrivari í Nato í 2014. Eitt starv hann eftir ætlan skal sita í til oktober í ár. Til hann tekur við starvinum, røkir varastjórin í tjóðbankanum Ida Wolden Bache starvið.

Tað hevur verið nógvur umrøða av møguligu tilnevningini av Jens Stoltenberg, tá norski forsætisráðharrin, Jona Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum, hevur sagt seg vera ógegnigan í setanini vegna drúgva vinarlagið við Jens Stoltenberg.

Men Jonas Gahr STøre hevði ikki upplýst, at hann hevði verið í samband við Stoltenberg, sum í oktober setti seg í samband við hann og segði, at hann var áhugaður í starvinum.

Tað hevur fingið fleiri flokkar í Noreg at siga, at teir vilja hava kannað starvssetanina parlamentariskt líka mikið, hvør endar við at fáa starvið.

Jens Stoltenberg er fyrrverandi formaður í Arbeiðaraflokkinum. Og tí hevur tað verið reistur ivi um, hvørt hann kann røkja starvið sum púra óheftur politiskt og av norsku stjórnini.

– Stoltenberg eigur ikki at fáa hetta starvið. Ein fyrrverandi forsætisráðharri í slíkari støðu fer at sáa iva um lutin hjá tjóðbankanum. Og tað er óheppið at týdningarmikil størv í samfelagnum fara til sama skara av toppum í samfelagnum, sigur Kari Elisabeth Kaski úr vinstrasinnaða flokkinum áður sagt. 

/ritzau/

 

 

 

Jens Stoltenberg er settur sum nýggjur tjóðbankastjóri í Noreg. - Foto: Hannibal Hanschke/Reuters