Jens syngur Jim Reeves

Til frama fyri Krabbameinsfelagið fer Jens Lisberg at syngja Jim Reeves í Trongisvági

Til frama fyri Krabbameinsfelagið fer Jens Lisberg at syngja Jim Reeves í Trongisvági komandi leygarkvøld.

Jens Lisberg kenna vit øll, og vit munnu øll minnast hansara slagarar frá sendingum sum Kvøðuljómunum. Leygarkvøldið trínur hann á pall saman við Jóhan Martin Jacobsen, guitar, Sámal Midjord bass, Bernhard H. Petersen, tangentar og guitar og handan trummurnar Per Ingvald Petersen.

 

Í kórinum eru Sigga Maria Hansen, Fríðgerð Midjord Ellefsen og Barbara á Tjaldrafløtti, og gestasangari verður bróður Jens, Marner Lisberg.

Í ár eru 50 ár liðin síðan Jim Reeves doyði og hetta er orsøkin til, at Jens Lisberg hevur valt at bera fram sangir hjá Jim Reeves.

 

- Eg havi altíð verið sera hugtikin av Jim Reeves. Sangirnir eru einfaldir og samstundis sera sterkir, og so hugtaka teir eisini fólk. At vit so samstundis kunnu veita Krabbameinsfelagnum eina hond, ger sanggleðina enn størri. Vit fegnast eisini um stuðlarnir vit hava fingið, sigur Jens Lisberg.