Kl. 14 skal dansk manslandsliðið í hondbólti royna at vinna sítt fjórða heiðursmerki síðani 2006. Í 2006 vann Danmark EM-bronsu, í 2007 vunnu teir HM-bronsu, og í 2008 vann Danmark EM-gull. Pólland, sum Danmark var í bólki saman við í millumumfarinum, verður mótstøðuliðið í HM-bronsufinaluni.
Danski venjarin, Ulrik Wilbek hevur valt at vraka Jesper Jensen, sum playmakara í dag, og tað metir danska ítróttarpressan verða ein lítlan skelk. Jesper Jensen hevur staðið í skugganum av tí yngra playmakaranum, Thomas Mogensen í hesum HM-endaspælinum. Thomas Mogensen hevur eisini givið til kennar, at hann átti at spælt meiri. Ulrik Wilbek hevur eisini valt Anders Eggert frá. Anders Eggert er vinstri bakkur, og verður tað tí upp til tann rutineraða spælaran, Lars Christiansen at skora málini frá vonginum. Lars Christiansen verður óivað eisini brotskastsskjútti í dag.
Tað ber til at síggja bronsufinaluna millum Danmark og Pólland á danska TV2, sum m.a. sæst á Televarpinum.