Jespersen: Elis dugdi at gera sendingar til fjøldina

– Eg beundraði mangan Elis fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sendingar, sigur Jógvan Jespersen, fyrrverandi kringvarpsstjóri

Jógvan Jespersen, fyrrverandi útvarps- og kringvarpsstjóri, minnist Elis Poulsen, sum ein sera ídnan starvsfelaga.
– Elis var ein eldsál fyri tað, sum hann fekst við. Eg kendi hann mest frá Útvarpinum, og eg má siga, at eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sending sum »Lurtararnir og vit«, sigur hann.
– Tað var styrki hjá Elis at gera hetta slagið av sendingum, sum vendu sær til ein breiðan lurtaraskara – hesar fólksligu sendingarnar sum »Lurtararnir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og »Upp á tá«. Tað verður serliga tað, sum hann fer at vera mintur fyri at duga serliga væl at gera, sigur Jógvan Jepersen.
– Tað sermerkti Elis, at hann var áhaldandi, og hann gjørdi somu sendingar ár um ár. Ofta upplivdu vit, at tá ið fólk høvdu gjørt eina sending í eina tíð, nøkur ár kanska, so vildu tey sleppa at royna okkurt annað. Men soleiðis var Elis ikki, hann helt á ár eftir ár.

Verður saknaður
Elis var kendur fyri at senda á ólavsøku, og hann var so týðandi partur av ólavsøkusendingunum hjá Útvarpinum, at eina árið mátti Jógvan Jespersen ringja til Íslands, har Elis var staddur, fyri at fáa hann at koma heim at gera útvarp á ólavsøku, sum hann plagdi at gera.
– Ólavsøkan var nakað heilt serligt fyri Elis, og hann elskaði at senda á ólavsøku, sigur Jógvan Jespersen.
Miðskeiðis í áttati árunum hevði Jógvan Jespersen samband við Elis Poulsen í einum heilt serligum samanhangi.
–Í 1986 var toppfundur millum Reagan og Gorbatjov í Reykjavík, og eg skuldi fyri Sjónvarpið til Íslands at dekka hesa stórhending, men tað var púra vónleyst at finna nakað at búgva í. Tað endaði við, at eg ringdi til Elis, og tað var leyst og liðugt, tað skuldu hann orna fyri okkum. Tað endaði við, at vit búðu í húsunum hjá teimum við flogvøllin í Reykjavík. Elis var altíð til reiðar at hjálpa, sigur Jógvan Jespersen.
Nú eru nøkur ár, síðani Elis gavst at sita við mikrofonina í Útvarpinum.
– Eingin ivi er um, at nógv fólk hava saknað røddina hjá Elis hesi seinnu árini, nú hann alt ov ungur gjørdist illa sjúkur og eftir hondini ikki kundi sita við mikrofonina longur, sigur Jógvan Jespersen.