Man fær ræðuliga ilt, tá man blívur smíðaður á krossin og man doyr nakrar dagar av tí, sigur seks ára gamli Bogi av Vollanum úr Kalbak. Hann fer í skúla eftir summarfríðtíðina og nú gongur hann í skúlabólki á barnagarðinum Inni á Gøtu.
Høgtíð er fyri framman og tað ávirkar eisini lívið í barnagørðunum kring landið. Inni á Gøtu hava børnini gjørt páskapynt og hetta skal seljast til foreldrini fyri fastsettan prís. Tað sum inn kemur av peningi skal nýtast til ein burgaratúr í SMS.
Hvørjar hugsanir gera børn í seks ára aldrinum um páskirnar, og hví vit halda páskir. Vit settu skúlabólkinum Inni á Gøtu stevnu fríggjamorgunin, eina viku undan Langafríggjadegi, fyri at lodda dýpið. Nøkur av børnunum eru longu sjey ár, og tey sum enn eru seks vita akkurát hvussu nógvar vikur eru eftir til tey fylla sjey.
»Latið smábørnini koma til mín, forði teimum tað ikki«, segði meistarin sjálvur. Her er tað sum nøkur smábørn halda um pínslusøgu Jesusar:
- Vit halda páskir,tí Jesus blev smíðaður upp á ein kross sigur Anna Hádal. Hon er longu sjey ár og býr Inni á Gøtu. »Nummar 120,« leggur hon aftur at. Í Kalbak hava tey slett ikki húsanummør, so hon kennir seg eitt sindur ernan millum tey trý kalbaksbørnini í flokkinum. »Hann bleiv smíðaður, tí hinir vóru so øvundsjúkir inn á hann, tí hann bara gjørdi gott,« sigur hon
- Eg veiti ikki ordiliga hvussu hann blev smíðaður upp á ein kross. Men hann bleiv smíðaður, tí eg havi sæð filmin. Eg havi eisini spælt sjónleik um Jesus. Eg var ránsmaðurin, sigur Bogi av Vollanum.
Slapp tú í himmiríki?
- Ja, eg slapp, men Sveinur slapp ikki. (tað var hann sum spældi hin ránsmaðurin, sum háðaði Jesus, red). Hann slapp ikki, tí hann doyði í synd, sigur Bogi av Vollanum.
Tey eru øll samd um, at Jesus fekk ræðuliga ilt. Onkur helt, at hann doyði beinanvegið,men onnur ivast. Eitt nú Niklas Joensen.
- Man doyr aftan á níggju tímar. Veit ikki hví,men tað tekur níggju tímar. Ella var tað seks, mamma sigur níggju tímar, men eg veit ikki.
Og hvat hendi so?
- So var hann deyður og so fór hann ikki í grøvina og hann lá bara har deyður.. Tríggjar dagar aftaná bleiv hann risin uppaftur. Og tá hann vaknaði var hann í himmalinum. Tá sóu fólk hann, men nú síggi eg hann ikki. Hann er luft, hann er eitt bestemt stórt skíggj., sigur seks ára gamli Stefan á Smið úr Kalbak.
- Hann er størstur í allari verðini. Hann er størri enn Legoland. Hann behøvist ikki at fara umborð á Norrønu fyri at fara til Danmarkar. Hann gongur bara sigur Stefan og hann leggur afturat.
- Tá man gongur langt út druknar man, men ikki tá man er í dykkaradrakt. Men Jesus behøvdist ikki dykkaradrakt. Hann var so stórur, at hann kundi ganga á vatninum sigur Stefan.
- Í dag er Jesus luft. Hann kann sveiggja í trøunum og í gardinunum, men vit síggja hann ikki, vit kunnu føla hann millum fingrarnar, siga øll við ein munn.
Hava tit nakrantíð snakkað við Jesus?
- Tá vit biðja Faðir Vár, tá snakka vit við Jesus. Hann svarar, men vit hoyra tað ikki. Men tá vit gera okkurt forkert og angra tað, so snakkar hann við okkum, sigur Adina Martinsdóttir Dam, sum er seks ár og verður sjey um seks vikur.
Hvat segði Jesus? Og her svara øll við ein munn.
- Tað er fullgjørt. Eg eri liðugur. Eg havi vunnið móti øllum teimum óndu!
Hvussu sær Jesus út?
- Hann hevði langt hár, sigur Bogi av Vollanum.
- Hann hevur langt brúnt hár, sigur Adina Martinsdóttir Dam.
- Nei, hann hevur langt hvítt hár, og hárið hjá honum er ikki cool, sigur Brynhild Maria Haraldsen.
- Jesus hevur hálvlangt hár, sigur Oddvør.
- Jesus hevur ikki ordilig klæðir. Hann hevur eitt lak, sigur Steffan á Smið.
- Ongin í verðini hevur so langt hár sum Jesus. Jú ein postmaður sum gongur her Inni á Gøtu. Hann hevur langt og krúllut hár og skegg líkasum Jesus, so hann líkist faktisk Jesus, sigur Anna Hádal úr Niðarugøtu.
Og postmaðurin hon sipar til er ongin minni enn Heðin Luid, so er tað fingið upp á pláss.
Á páskum pynta vit páskaregg, men hví gera vit tað?
- Vit hava páskaregg fyri at eta tey. Eg haldi ikki, at Jesus dámdi páskaregg, tí hann dámdi bara at eta sunt, sigur seks ára gamla Anna Nolsøe Joensen.
- Jesus er so stórur, at hann etir ikki páskaregg, roynir 7 ára gamla Brynhild Maria Haraldsen at rætta Onnu. Men so gerst hon hugsunnarsom og sigur: »Men babba eigur eitt páskaregg, og hann er stórur.
- Páskaliljur koma á páskum, tað er tí Jesus hevur luktað til tær, sigur Adina.