Jesus – offur, jødi ella...?

Nærum hvønn dag koma nýggjar bøkur út, sum royna at geva sítt boð uppá, hvør tann veruligi Jesus var. Áhugin fyri Jesusi hevur helst ongantíð verið størri enn í dag. Tí er talan óivað um ein góðan marknað hjá teimum, ið geva slíkar bøkur út. Og sølan tykist at økjast í mun til, hvussu nógvar skandalir og avdúkingar tær hava um Jesus

Í Sosialinum 1. september 2008 um- og viðmælir Hans Andrias Sølvará nýggju bókina “Jesus – Jøde, Rebel, Gud?” eftir svian Søren Wibeck. Bókin ger upp við stóran part av evangeliinum, sum annars eru nærum einastu søguligu keldurnar til Jesu lív. Tá keldurnar til Jesu lív soleiðis verða skúgvaðar til viks, er tað bert hugflogið, ið setur mark fyri, hvørjar “veruleikar” granskingin kann leggja fyri dagin. Eg skal her bert taka ein “veruleika” fram úr ummælinum.

Sagt verður, at í tí elsta evangeliinum, Markusevangeliinum, er tann kristni tankin um, at Jesus doyði sum eitt offur fyri heimsins synd, fráverandi. Víst verður til Marcus Borg professara. (Marcus Borg er limur í Jesus Seminar. Í Jesus Seminar verður hildið uppá, at tann “veruligi” Jesus eigur bert 20% av orðunum og enn og minni av gerningunum, sum evangeliini tilskriva Honum. Kristeligt Dagblad 24.dec 1999). Í ummælinum stendur m.a.:

“Tað er bara einastaðni í Markusevangeliinum, at hesin tankin kundi sæð út til at verið til staðar. Tað er í Mk.10:45; har Jesus sigur: “Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at vera tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.” Tað grikska orðið “lutron” kundi bent á bótoffurtankan, men ger tað heilt sikkurt ikki. Orðið verður í Bíbliuni ikki nýtt í týdninginum loysigjald fyri synd, men í týdninginum: “at seta fríar fangar (ofta krígsfangar) ella trælir (ofta gjaldstrælir).”

V. ø. o finst Kristusar sáttardeyði – sum er kjarnin í kristindóminum – ikki í elsta evangeliinum. Tað er bert nakað, sum tey kristnu skulu hava funnið uppá seinni.

Men hetta má sigast at vera eitt dømi um vánaligt granskingararbeiði. Tí tá loysigjald varð goldið fyri trælir og fangar, var oftast goldið við peningi. Jesus tosar hinvegin um at gjalda við egnum lívi. Her er tí greitt talan um ein gudfrøðiligan tekst. Lesarin hugsar beinan vegin (1) um kontekstin (Mk.10,32-45), har Jesus tosar um, at hann skal líða deyðan og rísa uppaftur triðja dagin (vv. 33-34 og 45) og síðan (2) um hinar tvær forsøgnirnar um deyða Sín (Mk.8,31 og 9,31).

Syndoffurtankin var kendur í jødadóminum og var als ikki fremmandur fyri lærusveinum Jesusar. Bótoffrið var jú nakað, ið jødarnir dagliga vóru mintir á. At leggja ein politiskan týdning í Jesusar útsøgn er tí at skúgva veruligan kontekst til viks fyri síðan at rangsnúgva tekstin.

Víðari stendur í ummælinum hjá Sølvará: “Tann kristni tankin um, at Jesus doyði fyri heimsins synd finst sambært Marcus Borg ikki hjá Markus.”

So er spurningurin um Marcus yvirhøvur hevur lisið Markus. Tí tankin um Jesu bótoffur finst ikki bert í Mk.10,45. Hann er púra greiður í Mk.14,24: Og Hann segði við teir: “Hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum.”

Allir Jødar kendu týdningin av sáttmálablóðinum. Her er talan um sáttarblóð, ið ger bót fyri synd. Og hetta er aðaltankin í kristna boðskapinum. Hetta er sjónligt í øllum Nýggja Testamenti – eisini hjá Markusi.

Tað tykist, sum um at nøkur eru so íðin at lesa egnar meiningar og “feilir” inn í evangeliini, at tey gloyma at lesa úr evangeliinum.